Lýsing

VEL FØROYAR

Vísandi til lesarabræv hjá Heðin Mortensen, har hann m.a. nevnir at, “tað er ein ófrávíkilig sannroynd, at tá Havnin hevur tað gott, hevur alt landið tað gott, at kompentansurnar búgva í Havn og at fyrrverandi landsstýrir hava spjatt meiningsleysar íløgur kring landið”, vil eg koma við nøkrum viðmerkingum.

Komandi løgting og landsstýri skal umboða alt Føroya fólk og alt Føroya land.

At siga, at fyrrverandi landsstýrir hava ”spjatt meiningsleysar íløgur kring landið”, er nakað so virðisleyst fyri okkum 57,5% í Føroyum, ið búgva uttanfyri Havnina. Somuleiðis okkum, ið gagna av teimum íløgum, ið gjørdar eru í okkara nærsamfelagið.

Meinar tú, at ongin menning skal vera aðrastaðni í landinum? Og at kompentansurnar einans búgva í Havn, ikki uttanfyri??

Tú sigur, at ”tað er ein ófrávíkilig sannroynd, at um Havnin hevur tað gott, so hevur alt landið tað gott”? Eg kundi hugsað mær at hoyrt meir um hesa ófrávíkiligu sannroynd… Eg vil heldur siga, at tað er ikki ein kapping um hvør skal hava tað best, tí allar bygdir og býir skulu hava tað gott – tí tá kunnu vit siga, at Føroyar hevur tað gott!

Nei, hetta valið snýr seg ikki um Havnina, um Suðuroynna ella um Mykines..

Hetta valið snýr seg um allar Føroyar og øll okkum, ið búgva og virka her. Hetta valið snýr seg um at fáa einar Føroyar við javnrættindum og javnbjóðis møguleikum fyri alt fólkið í landinum.

Frælst fólk í frælsum landi – har vit øll eiga rættin til at liva og virka, bæði í og uttanfyri Havnina.

Ásla Leila B. Johansen

Tjóðveldi

 

468 ad