Lýsing

Brot úr røðu hjá Hergeir Nielsen

Tað er hátíðardagur í Hovi í dag, nú hovbingar hava sett upp ein rúnastein yvir Havgrím í Hovi, høvding Føroya, sum búði her í høvuðsstaðnum í Hovi fyri túsund árum síðan.

 

Hann liggur grivin her, og her liggur einasta høvdingagrøv føroyinga, sum vísast kann á.

 

Dagurin við sviðnaeldar í Hovi fekk størri søguligar avleiðingar, enn nakar hevði droymt um, tá sól rann úr havi henda dag.

 

Hugsandi er, at onkur hevur hildið seg vera við sviðusoð við sviðnaeldar, og stóðst tí orðadráttur, har orð ókst av orði, og tveir teirra, ið við eldin sótu, brustu saman.

 

Annar, Eldjarn Kambhøtt, slóð hin, Einar Suðring, við einum træi, og hesin sló aftur við øks í hendi.

 

Ósemjan endaði á hægsta stigi, heiður og æra skuldu verjast, og høvdingarnir yvir Føroyum, Havgrímur, og brøðurnir, Brestir og Beinir, stóðu hvør sínu megin teir báðar høvuðkambarnar.

 

Lagt varð í eldin til eitt eljustríð sum samstundis gjørdist keldan til ta fyrstu tingsetuna, vit hoyra um í Norðurhøvum yvirhøvur.

 

Skúvoyarbrøðurnir kravdu “teir bestu menn at døma,” meðan hovbingurin vildi hava eina avgerð “har hann eina slapp at ráða” – so sum teir málbóru seg.

 

Ósemjan endaði við, at Havgrímur stevndi Einari inn fyri “Streymoyar ting” har eingin semja spurdist burturúr, annað enn, at Einar Suðringur varð dømdur “eftir fornum landslógum” fyri at hava sligið sakleysan mann.

 

Hesum úrskurði á tingi lat høvdingurin í Hovi, sær ikki lyndað og fyrsta ósemjan, har ein tingviðger verður nevnd í skrivligum søguligum keldum flutti seg nú út í blóðuga stríðið úti í Lítla Dímun umleið ár 970.

 

Grundað á hesa ósemju millum høvdingarnar í Hovi og Skúgvi, sum varð løgd fyri eitt verandi ting til viðgerðar og grundað á aðra gransking, verður hildið, at føroyska tingið er tað elsta yvirhøvur – eldri enn bæði ting íslendinga á Tingvøllum og eldri enn tingið, Tynwald Hill, á Isle of Man.

 

Hóast sorgarleikin, tá høvdingarnir høgdu hvønn annan niður í vápnaðum bardaga úti í Lítlu Dímun, so kunnu vit frøðast um, at ósemjan gav okkum skrivligar keldur, ið váttað, at tað elsta tingið hevur ligið í Føroyum.

 

Bardagin har úti var øðiligur, og ein serligan dám fekk hann seinni í lýsing Mikkjals á Ryggi, tá Havgrímur legði til Brestir við spjóti sínum.

 

Spjótið gleið í miðju inn,

stál í indrum lendi;

Brestir gjørdi eitt avreks bragd,

hann banasár sær kendi.

 

 og víðari hoyra vit í Brestis kvæði:

 

Trýsti hann seg á stungu fram,

blóð úr beni oysti,

høgdi so til Havgrím sterka,

øksl og arm hann loysti.

 

Líkið av Havgrími varð so flutt til Hovs, og takk fái tit hovbingar, at tit halda lív í søguni, og at tit virðismeta søguligu dýrgripirnar, tit eiga her í bygdini, so at tíðarinnar tonn ikki heilt ger av við teir.

 

Høvdingarnir gjørdu sjálvir av, um teir tóku við tingsins avgerðum, so sum vit síggja tað í hesum føri.

 

Stutt kanna sigast, at tingið hevði lóggevandi og dømandi vald, meðan høvdingarnir høvdu útinnandi valdið.

 

Tað var ein onnur tíð bæði so og so, og forvitnið eftir at kenna hana er sera stórt her um okkara leiðir.

 

Serliga nú, ið tøknin tekur fleiri og fleiri fløg oman av tí farna, so at vit í moldini, og serliga í teimum gomlu køstunum, so at siga kunnu lesa gamlar øldir sum eina opna bók.

 

Søgufrøðingar halda, at írar, helst írskir munkar, hava búð her.

 

Náttúrunnar køldu treytir siga okkum, at hesir fjølgaðust ikki nevnivert. Hinvegin skal havast skal í huga at eitt síðuleypandi samfelag vanliga fylgdi við munkunum, tá teir í roynd síni at nærkast hinum almáttuga, leitaðu til so høg, fjar og knortliga atkomulig pláss sum gjørligt.

 

Dømi er um, at írskir munkar leitaðu heilt út á Sceilg Mhichl, (Skellig Michael) ein naknan klett við ongum vatni, átta fjórðingar úr írsku strondini, ella nakað tað sama sum úr Hovi norður í Lítlu Dímun, til at granska halgar skriftir, og har dyrka Gud í einsemi sínum.

 

Meðan munkarnir hildu lív í sambandinum við Várharra, helt samfelagið lív í munkunum, so leingi tað vardi, til hesir at enda ikki fingu frið longur fyri norskum ránsmonnum.

 

Her í Hovi finna vit írsku bønarkráðirnar úti í Soyði, ið eru tær einastu í Føroyum, og vit kunna eisini leita inn í Ergidal, har ískir munkar búðu í forðum.

 

Víða hvar í øðrum londum verður granskað í fortíðini við teirri nýggjastu tøknini, og stak áhugaverdur er teksturin í teimum bløðum, ið blaða verður í.

 

Úr súrevnisisotopum í kúfiski síggja vit, at veðurlagið gjørdist eini 6 stig kaldari, fá ár eftir at víkingarnir komu til Íslands og Grønlands um ár 870, og tosað verður um eina lítla ístíð úti í 1300 talinum.

 

“Tú ert tað tú etur” – er eitt slagorðið úr dagsins kostkyrvum, og hesi vitan kunnu granskarar gera sær dælt av serliga í teimum fyrr nevndu køstunum, har allar leivdir frá mati og matgerð endaðu.

 

Einastaðni síggja vit isotopanalysir av strontiumisotopum í tannemaljuni siga nakað um mobilitet, hvussu tú flytur teg, hvar tú ert uppvaksin, um tú ert tilflytari, nær tú ert jarðaður, hvat tú hevur etið, og kost og heilsu tína annars.

 

Aðrastaðni síggja vit fossilt DNA siga nakað um ættarbond og genetiskt upphav, og isotopini C13, og køvievni N15, siga nakað um kostin, og ójavnan í livihátti, har menn ferðaðust, meðan kvinnur og børn vóru heima.

 

Uppaftur aðrastaðni síggja vit – meira ítøkiliga – at høvdið varð høgt av trælum, áðrenn teir vóru grivnir saman við høvdinga sínum, og vit síggja eisini, at høvuðleys fólk, sum fóru í grøvina saman við høvdinga sínum, ótu meira fisk, meðan hini ótu meira kjøt.

 

Lat tað tí vera eitt ynski okkara her í dag, at leita verður í teimum jarðfestu friðaðu fornminnunum við grøv Hovgríms undir Homrum í Hovi, soleiðis at framkomna tøknin fer at siga okkum nakað um lívið her í oyggjunum í fornum døgum.

 

Liggur nakar undir liðini á hesum gamla hovbinginum, er ein spurningurin, meðan annar spurningurin er, um beinagrind Havgríms er loyst sundur við deyða hansara, soleiðis sum Mikkjal á Ryggi sigur tað í Brestis kvæði.

 

Fyri fótum hovbinga liggja stórir mentanargripir, ið vátta og sameina norrøna og keltiska upprunan her í útnorði, og teir liggja bara og bíða eftir at verða avdúkaðir.

 

Leikum fagurt á foldum, eingin treður dans undir moldum,” verður ofta havt fyri munni, og hesum kunnu vit skjótt verða samd í.

 

Gransking í ílegum í spilllivandi føroyingum hevur nú loyst okkum fleiri gátur um uppruna okkara hesi seinastu árini, enn tær vit finna undir moldum.

 

Í “European Journal on Human Genetics” síggja vit, at kvinnur og menn í Føroyum eru ættaði úr hvørt sínum herðashorni.

 

Ílegurnar siga okkum, at fleiri enn 80% av monnunum hava felags ílegur við íslendingar, normenn og sviar, meðan restin er av keltiskum uppruna.

 

Einans 13% av kvinnunum eru av skandinaviskum uppruna, meðan tann stóri parturin er av keltiskum uppruna.

 

Bróðurparturin av føroyskum monnum eru eftir ílegunum skyldir við menn úr Íslandi, Noregi og Svøríki, meðan danskir menn í ílegum sínum als ikki líkjast hesum.

 

Henda nýggja vitan setur føroyingar og Føroyar í eitt nýtt áhugavert søguligt ljós, sum ivaleyst fleiri hava áhuga í og longu eru farin undir at granska nærri.

 

Hjartaliga tillukku hovbingar við hesi víkingastevnu tykkara, og við skilvísi tykkara í at seta høvdingi tykkara ein rúnaristan stein til minnis um ta styrki og tað vald, ið lá her í Hovi fyri túsund árum síðan.

 

Og hjartaliga takk fyri, at tit eisini í verki tykkara minna okkum føroyingar á, at tað elsta tingið lá her í Føroyum.

 

 

 

 

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad