Lýsing

Val og valskeið!

Um hetta er veruleikin, so er ongin grund til at stilla upp politiskt. So eru allir flokkar líka, og valevni kunnu tískil bara stilla upp hvør sær. Kanska er hetta grundin til, at fólk halda, at býráðsval er ópolitiskt. Men býráðsvalið er langt frá ópolitiskt, sjálvt um tað kann sýnast soleiðis, tá ið val stundar til. Men pípan fær eitt annað ljóð, tá ið uppstandurin við valið hevur lagt seg, og tað aftur er gerandisdagur.

Tá ið tað verður gerandisdagur aftur, fara vit at síggja gomlu muruna aftur. Er nøkur grund til at halda at borgarligu flokkarnir í býráðnum fara at føra annan politikk enn borgarligu flokkarnir í Løgtinginum. Tað sama er sjálvandi galdandi fyri  hinar flokkarnir í politisku skipanini.
Tað er stórur munur á hvat verður sagt í einum valstríði, og hvat verður gjørt í einum valskeiði. Ongin flokkur kann byggja eitt valskeið burtur úr vallyftum, sum parkeringshús og off-road breyt, tað verður ov soltið.

Pressa samgonguna?
Ein av andstøðuflokkunum lovar, at geva barnakekk og fáa rættlag á fíggjarpolitikkin hjá kommununi. Flokkurin metir sjálvur at hann hevur gjørt seg galdandi longu. Hesin andstøðuflokkur hevur pressa samgonguna til at geva barnafrádrátt. Hetta mugu vit líka hava aftur. Ein borgarligur andstøðuflokkur gerst so firtin, um førda sosialpolitikkin hjá sosialistisku samgonguflokkunum, at hann krevur barnakekk, tí annars so…..ja, hvat so!

Hvussu kann hann pressa samgonguna. Kann ikki onkur greiða mær frá, hvussu hetta gekk fyri seg. Nei, kæri vinur, hetta var stungið út í kort, langt áðrenn listi A fekk tuflurnar upp á. Tað sama er galdandi fyri barnafrádráttin.

Hví viðgera partar av fíggjarpolitikkinum?
Flokkurin gremur seg um førda fíggjarpolitikk, sum er farin heilt av leið. Reksa verður upp ein rúgva av tølum, sum øll peika skeiva vegin. Tað sum man ikki kemur inn á, eru kringumstøður og líkindir. Hetta hevur ikki áhuga hjá teimum, í einum valstríði.

Vit vita øll at kreppa í fíggjargeiranum, hevur ávirka allan heimin – serliga vesturheimin. Kommunan hevur valt at halda fast í íløgunum, her undir skúlin við Løgmannabreyt og á Argjahamri, Boðanesheimið o.a. Á hendan hátt hevur kommunan, gjørt sítt og nakað afturat, fyri at minka um avleiðingarnar kreppuni. Vinnan og borgarin í Tórshavnar kommunu, er tískil sloppin væl burturúr kreppuni, sum heimurin venar seg undir í løtuni.

Hetta er andstøðan tó ikki áhuga í, at draga upp teirra viðgerð av førda fíggjarpolitikki.

Frádrátt ella barnakekk?
At geva stuðul til barnafamiljur kann eg taka undir við. Haldið sjálvur at tað eigur at vera sum frádráttur heldur enn barnakekk, men báðir hættir eru góðir. Eg haldi at frádráttur gevur betri búskap alt árið, meðan kekkur gevur góðan búskap tá ið kekkurin kemur, við vanda fyri at barnakekkurin bert gerst ein løtuvinningur.

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldi

 

 

Sámal Ímundarsson

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad