Lýsing

Høvuðstaðurin í framtíðar frásjón

 

Hettar kemst ikki av ongum, tí økið er serstakliga umráðandi fyri okkara nútíðarsamfelag, ikki minst tá vit hugsa fólkavøkstur.

Tónleikur og onnur list eru saman við skúla fremstu átøk til at fáa eitt livandi og gevandi samfelag, har fólk trívast og støðast.
 

Mín vón er, at hettar økið fær góðar og rúmligar umstøður á fíggjarlóg Tórshavnar Býráðs komandi setu. Fyri framman er nýggjur musikkskúli, og betran av umstøðum til tónleik og list við at gera Reinsaríið til spælistað og at skapa umstøður til listaverkstaðir og at byggja nýggjan fólkaskúla

Harafturat má Tórshavnar Býráð fara í samskifti við landsmyndugleikarnar um bygging av Tjóðpalli og konserthøll á Skálatrøð.
 

Vælvitandi at hettar eru stórar íløgur, so má ein ætlan leggjast, so hesi sera átrokandi mál kunnu fremjast í nærmastu framtíð.

Vit mugu staðfesta, at okkara samfelag eins og onnur í nógv størri mun í framtíðini, verður bygt á kreativitetin hjá einstaka borgaranum, og tí er alneyðugt at hava hettar fremst fyri, tá útbyggingar skulu gerast.
 

Mín vón skal vera, at mentanarøkið fer at liggja frammarliga, nú nýggja býráðið fer til verka, og at ítøkiligar ætlanir verða á mentanarøkinum í nærmastu framtíð.

Eg fari at takka øllum teimum mongu, sum settu krossin við lista E og við meg persónliga til valið, og fari at ynskja nýggja Býráðnum blíðan byr og góða eydnu við býráðsarbeiðinum komandi fýra árini.

Andrea Heindriksdóttir

 

 

Andrea Heindriksdóttir

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad