Lýsing

Tilboð frá einum garvaðum sosialráðgeva

 

Eg vil bjóða meg fram til at bøta um viðurskiftini hjá teimum, sum eru illa fyri í kommununi.

Tann sosiali tryggleikin skal setast í hásæti, soleiðis, at allir borgarar í kommununi fáa góð livikor.

Arbeiðast skal miðvíst fyri, at stuðla teimum, sum eru ringast fyri og teimum, sum hava trupult við at fóta sær í samfelagnum.

Tíverri er støðan soleiðis í dag, at vit hava bólkar í okkara samfelag, sum liva undir korum, sum als ikki eru virðulig ella hoyra heima í einum nútímans vælferðarsamfelag.

Hesi viðurskifti mugu broytast, og tí vil eg arbeiða fyri at gera ábøtur innan tað sosiala økið, har míni hjartamál eru, soleiðis at Tórshavnar Kommuna verður ein  vælferðarkommuna at liva í fyri allar borgarar.

 

Hungursmarkið

Nú stundar til jóla, men nógvar familjur eru so sperdar fíggjarliga, at tær ikki hava ráð til at halda jól við teirra børnum.

Vit hava mammur, sum sníkja seg inn á Herbergið sum olmussudýr á náttartíð fyri at bidda um matleivdir til teirra børn.

Frá 1. januar 2013 verða forsorgarveitingarnar ikki longur roknaðar eftir tørvi hjá tí einstaka, men verða fastar bruttoveitingar.

Avleiðingin av hesum verður, at ein stórur partur av teimum sum fáa forsorgarveiting, umframt tey, sum detta úr ALS-skipanini fara at vera munandi verri fyri fíggjarliga og koma at liva  í fátækraváða.

 

Tað eru fleiri hundrað fólk í Havn sum fáa forsorgarhjálp og sambært útmelding frá ALS, verða tað umleið 100 afturat, sum detta úr teirra skipan.

 

Sambært Hagstovuni liva umleið 1200 børn í Føroyum í fátækraváða. Hetta talið fer at vaksa við broytingunum í forsorgarlógini.

596 av teimum 910 børnunum sum fingu jólahjálp í fjør frá ÍMGT livdu í familjum, sum høvdu minnið enn 100 kr. um dagin at liva fyri.

Børn og familjur í fátækraváða
 
Neyðugt er at bøta um fíggjar- og bústaðarkorini hjá barnafamiljum og familjum við serligum tørvi, soleiðis at øll børn fáa ein tryggan uppvøkstur, undir viðurskiftum, sum eru góð fyri teirra heilsu og menning.

Kommunan eigur at seta í verk eina matarskipan, har øll børn, sum ganga á stovni hjá kommununi, hvønn dag fáa eina heita og heilsugóða máltíð á stovninum.

 

Alternativar bústaðarmøguleikar

Tørvur er á at vit fáa alternativar bústaðarmøguleikar, sum til dømis lutaíbúðir og lestraríbuðir, soleiðis at ung, lesandi, støk, stakir uppihaldarar og vanligar familjur kunnu búleikast fyri ein rímiligan kostnað.

 

Heimleys

Fleiri og fleiri gerast heimleys og er hettar ein vaksandi trupulleiki í býarmyndini.
Tey heimleysu hava fyri neyðini, at fáa loyst teirra trupulleikar, soleiðis at teimum verður  tryggja virðiligar umstøður.

Tørvur er á einum stað, har tey eru við hús.

 

Neyðugt er at sosialráðgevi verður settur burturav til at veita teimum tann stuðul og ta viðgerð teimum tørvar til eina góða tilveru.

 

Eldraøkið

Eg vil arbeiða fyri, at tey eldru fáa tryggar karmar sum longst í egnum umhvørvi, og at tey verða hoyrd og tikin við upp á ráð í øllum avgerðum teimum viðvíkjandi.

Vit noyðast at raðfesta skynsamari og mugu fyri alt í verðini ikki skerja heimarøktina fyri ístaðin at byggja røktarheim og sambýli til okkara eldru.

 

Øll ynskja at búgva í egnum heimi sum longst, og tí eiga vit at hava eina viftu av tilboðum til okkara eldru. Til dømis eitt fjølbroytt og hugnaligt dagtilhald við koyritænastum, vitjunartænastu, mattænastu, umframt eina góða heimahjálp til tey, sum hava trupult við at koma heimanífrá.

Ikki fyrr enn tann eldri hevur veruligan røktartørv, eigur tilboð um røktarpláss at verða neyðugt.

 

Størri játtan til fyribyrgjandi tænastur kann vinnast inn aftur, við at tørvurin á búplássum verður tálmaður, og at eldri við góðum tænastuveitingum kunnu búgva sum longst í egnum heimi.

 

Hettar eru bert nøkur av málunum innan sosiala økið, sum eg vil arbeiða fyri um eg verið vald.

 

Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi.fo/hallbjorg

Ta røttu at ráða? – vel mammu Høgna og Boga

Hallbjørg Lamhauge

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad