Lýsing

Latið okkum lýða á tey eldru og raðfesta skynsamari

Í meðan grannalond okkara í størri og størri mun satsa uppá fyribyrgjandi tænastur og at geva eldru borgarunum hóskandi bústaðartilboð, so sum eldraíbúðir ella vardar bústaðir  av ymiskum slagi, so hava vit í Føroyum einsíðugt satsa uppá, at byggja nýggj røktarheim og sambýli til okkara eldru.

Gaman í, kunnu nýggju búplássini fyri tey flestu tykjast kærkomin, men tey hava eisini ein  trupulleika við sær, sum vit kanska ikki hoyra eins nógv um. Rakstrarútreiðslurnar av hesum búplássum eru stórar, og tá ið man samstundis ikki vil økja játtanina til eldraøkið stórvegis, so er bert eitt stað, har man kann fara eftir fleiri pengum, nevniliga við at skerja í heimarøktini.

Úrslitið verður, at alsamt fleiri pengar verða brúktir inni á stovnum, ímeðan heimarøktin samsvarandi verður skerd. Og tá ið heimarøktin verður skerd gerast umstøðurnar at verða í egnum heimi truplari, og tørvurin at sleppa á røktarheim gerst størri.        

Vit fáa fyrsta og annan floks brúkarar á eldraøkinum. Tey sum er inni á røktarheimum og sambýlum við góðari tænastu, og tey sum eru í egnum heimi við nærum ongari tænastu. Hendan skipan stuðlar á ongan hátt ynskjunum hjá teimum eldru um at verða heima sum longst.

Okkum tørvar eina heildarloysn fyri eldraøkið. Eina loysn, sum er í tráð við tað, ið okkara eldru borgarar ynskja.  Ein slík loysn er bert møgulig um Tórshavnar kommuna fær ræðisrættin av øllum eldraøkinum.

Ein vifta av tilboðum til okkara eldru
Allar tænastur á eldraøkinum eiga sjálvandi at byggja á ynskið hjá teimum eldru um – so leingi sum møguligt – at megna eina sjálvstøðuga tilveru í egnum heimi ella í einum egnaðum heimi. Bert á tann hátt kunnu vit virka fyri góðum trivnaði hjá eldra ættarliðinum.
Vit eiga at hava góð tilboð til virknar pensjónistar, so sum tilhald við koyritænastum, har skipað verður fyri ymiskum, so sum undirvísing, fyrilestrum, pensjónistafimleiki og annars hugnaligari samveru.

Til tey, sum hava truplari við at koma heimanífrá eiga vit at hava vitjunar- og  mattænastu, umframt góða heimahjálp.
Gerst trupult at verða verandi í egnum heimi eiga tey eldru at kunna flyta í ein egnaðan  bústað fyri eldri, har tey við góðari heimahjálp eiga at kunna halda áfram at hava eina sjálvstøðuga tilveru.

Ikki fyrr enn tann eldri hevur veruligan røktartørv, eigur tilboð um røktarheimspláss at verða neyðugt. 
Størri játtan til fyribyrgjandi tænastur kann í flestu førum vinnast inn aftur, við at tørvurin á búplássum verður tálmaður, og at eldri við góðum tænastuveitingum kunnu verða búgvandi sum longst í egnum heimi.
Á henda hátt verður samsvar millum tilboð og ynski teirra eldru.

Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi.fo/hallbjorg


Ta røttu at ráða? – vel mammu Høgna og Boga!

Hallbjørg Lamhauge

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad