Lýsing

Nú brýtur í bæði borð á vaglinum !

 
Seinastu 8 árini hevur kommunan haft eina skilagóða samgongu.Tað hevur haft stóran týdning fyri okkum øll. Valdagin skal veljarin taka støðu til hvørja kós vit skulu halda komandi 4 árini.
Skulu vit halda somu tryggu kós ella skulu vit sigla vandasjógv.
 
Vandanir eru tvinnir !
 
Fyrri vandin er at flokkanir sum valda fyri borgum í Tinganesi, eisini sleppa framat á vaglinum, og harvið fáa møguleikan at válka sær við ognunum hjá havnarborgarum, á sama hátt sum teir hava gjørt við ognum landskassans!
Lokalfelagið hjá sørvinginum í Havn hevur verið alment úti, og boða frá at teir ikki eru landspolitikkarar. Alt gott um tað, tað skula teir sjálvsagt siga !

Men tá teir nú býráðsvalið nærkast, brádliga ikki eru partur av harkaliðnum hjá sørvinginum, so má eg altso spyrja, hví teir so stilla upp fyri ein flokk, sum er í holt við at avmontera eitt vælferðarsamfelag vit hava verið øldir um at byggja upp.
At politikkurin hjá sørvinginum hevur verið dýrur fyri Tórshavnar kommunu er sjón fyri søgn.
At teir so nú hava eitt lokalfelag í Suðurstreymi, sum stillar upp til býráðsval og ikki vil taka frástøðu frá hesum rikna politikki, tað sigur mær so mikið, at vandi er á ferð, um hesi fólk eisini sleppa at ráða fyri borgum í høvuðstaðnum.
 
Mín støða er greið, lat ikki hesi fólk sleppa framt á Vaglinum.
Tað hevur okkara býur ikki uppiborið !
 
Aðrir vandar lúra tó eisini fyri okkara kommunu. Hesir eru innanveggja í býráðssamgonguni.
 
Seinastu árini hava vit samstarva við Javnaðarflokkin, og tað skal ikki dyljast, at vit fara at gera teimum greitt, at kommunan ikki skal brúka meira pening enn vit hava ráð til, og at vit ikki finna okkum í, at skattaprosentið skal upp; tað skal helst niður.

Av tí at vit hava samstarva væl við Javnaðarflokkin seinastu árini er tað nakað ódámligt, at tað eru valevnini hjá júst Javnaðarflokkinum, sum rópa harðast um bæði eitt og annað, sum tey vilja hava gjørt her og nú. Leggur man alt hetta saman so snýr tað seg um milliardir, sum bara eitt hægri skattaprosent kann fíggja. Lat tað vera púra greitt, at tað verður ikki saman við okkum.
 
Hevur nakar hoyrt um ein politikara, sum er farin í egnan lumma, tá ið ein kommuna hevur brúkt for nógvar pengar. Øll skilafólk duga at síggja, at okkara góða býráð ikki kann átaka sær allar uppgávurnar, sum eru reksaðar upp. Tað sigur seg sjálvt, at vit kunnu ikki gera alt í senn. Og ansa vit ikki væl eftir, so verður skattabyrðan alt ov stór. Hon er ríkiliga stór sum hon er nú.

Skal okkara flokkur vera partur av einum meiriluta komandi 4 árini, so fara vit at krevja at tann varni fíggjarpolitikkurin, sum hevur verið galdandi seinastu 8 árini skal halda fram. Tað er okkara ultimatum.

Tí vil eg siga: Lat ikki nakran politiskan flokk, sum vil brúka fleiri milliardir fáa valdið einsamallir. Tað hevur okkara býur ikki uppiborið.

Í politikki skal man halda seg til veruleikan. Skal verandi samgonga halda fram komandi 4 árini so er umráðandi at vit fáa eina álitisváttan valdagin. Tá kunnu vit tryggja at tað ikki verður oyðsla við skattgjaldarans peningi, og at kósin verður tann sama sum hon hevur verið seinastu 8 árini.

 

Brandur í Dali, valevni fyri lista E til býráðsval í Havn.
 

Brandur í Dali

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad