Lýsing

Nýhugsan og framskygd menning !

 

Ferðavinnan, ein nattúrligur partur av Havnini
Tá tosið fellur á hvørt Havnin er lítil ella stór, og teir fyrimunir og vansar sum eru av hesum, er nærliggjandi at spyrja, um tað ikki júst eru hesi viðurskifti sum gera okkum spennandi sum ferðamannaland.

 

Ferðavinnan eigur at fáa bestu karmar at virka undir í høvuðstaðnum. Nógv ferðamannaskip leggja leiðina framvið og umráðandi er at hava hóskandi tilboð til ferðafólk, óansæð nær á døgninum hesi koma. Býurin skal verða virkin á ferðavinnuøkinum, og har er tað umráðandi at handilslív, mentanarlív og ferðavinnan arbeiða saman, so vitjandi fáa innlit í, hvat vit hava at bjóða – tí vit hava nevniliga sera nógv forkunnugt at vísa fram.

 

Trivnaður í hásæti
Útilívið við matsovum og veitingarstøðum annars er umráðandi fyri at fáa ein livandi bý, har trivnaður er í hásæti – trivnaður hjá okkum sum her búgva og hjá teimum sum koma á vitjan. Umráðandi er, at tey sum skipa fyri hesum átøkum og sum á henda hátt ríka okkara bý, fáa góðar sømdir at arbeiða undir, og kenna á sær at høvuðsstaðurin saman við teimum, arbeiðir fram ímóti einum livandi býi, har bæði ferðafólk og fólk sum búleikast her, trívast og kenna stórbýardám, hóast vit liggja fjarskotin í Norðuratlantshavi.

 

Vit hava brúk fyri ymiskleikanum
Havnin skal verða staðið, har fólk trívist óansæð húðarlit, politiska sannføring, kynsliga orientering og trúgv – tí tað er brúk fyri okkum øllum. Havnin má rúma okkum øllum, soleiðis at tað kennist at pláss er fyri ymiskleikanum og fyri at vera saman hóast ymisk.

 

Hettar eru grundleggjandi virðir sum okkara høvusstaður má byggja á, og fer hettar eisini at gera okkara lítla høvusstað enn meira attraktivan hjá ferðafólki at koma til, eins og okkara ungu sum eru uttanlands í lestrarørindum.

 

Havnin sum lestrarbýur
Tað er av alstórum týdningi at Havnin livir upp til at vera flaggskipið á útbúgvingarøkinum.
Skálatrøð og Vágsbotnur eru sannar perlur í býnum, og upplagt stað at skapa rúm fyri einum virknum lestrarbýi. Vit mugu sum høvustaður sjálvi taka ábyrgd og loysa tann tørv sum er á einum virknum lestrarumhvørvi. Her eigur Tórshavnar Kommuna at ganga á odda og skipa so fyri, at hóskandi tilboð eru til teirra, sum ynskja at útbúgva seg í Føroyum. Tilboðini og lestrarumstøðurnar annars, eiga at vera soleiðis háttaðar, at útlendingar eisini koma hendavegin at nema sær útbúgving, tí vit hava brúk fyri einum altjóða lesatrarumhvørvi, sum kann geva okkum neyðugan íblástur til framhaldandi menning.
 

Vágsbotnur/Skálatrøð
Økið niðri í Vágsbotni er savningarstað hjá flestu havnarborgarum, ungum sum eldri,  og tað er at fegnast um. Økið er sera hugnaligt og útbyggingar seinastu árini hava gjørt at Vágsbotnur hevur ment seg nógv. Talið av bátum sum liggja í Vágsbotni og á brúgvunum úti á Skálatrøð økist alsamt, og tað er at frøast um, tí hesir og tey sum eiga hesar, eru viðvirkandi til at geva økinum ein serliga  hugnaligan dám. Gott er at hesin parturin av okkara mentan eisini er í menning, og tí má býurin áhaldandi skipa so fyri, at nóg mikið av bátaplássum eru, so vit fult út kunnu njóta friðsælu býarmyndina sum hesir sýna okkum.

 

Arbeiðið at menna Vágsbotn og at taka endaliga støðu til, hvat skal gerast við økið á Skálatrøð, mugu liggja frammarlaga. Íløgur eiga at gerast, so størri virksemi verður á hesum støðum – virksemi sum stimbrar fólkatilflyting.

 

Menning av høvuðstaðnum – ein avbjóðing!
Jú, Havnin er lítil og hevur nógv at bjóða, men umráðandi er ikki at setast hendur í favn, men áhaldandi at menna býin eftir eini skipaðari ætlan, so Havnin til allar tíðir verður attraktiv fyri tey, ið her búgva, tey ið vitja býin og tey sum ynskja at flyta hendanvegin.

 

Skilagóð, nýhugsað og framskygd menning av høvusstaði okkara er ein avbjóðing, sum er umráðandi at taka í størsta álvara, tí við menning fáa vit fólk at trívast og at flyta heim aftur.

 

Andrea Heindriksdóttir

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad