Lýsing

Hvar fór Radikala sjálvstýri?

 

Í 1939 bleiv Hin Føroyski Fólkaflokkurin (Radikalt sjálvstýri) settur á stovn. Ætlanin var m.a. at gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar og politiskt sjálvstøðugar. Nógv ár seinni eru vit enn undir danska kongaríkinum, har "radikali sjálvstýrisflokkurin" á besta sambandshátt biddar pengar frá Danmark. Hvar fór Radikala sjálvstýri?

Hyggja vit eftir stevnuskráunum hjá føroysku flokkunum er stórur meiriluti fyri, at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, men soleiðis er veruleikin tíverri ikki. ABH(D) samgongan hevur gjørt alt fyri at fáa Føroyar enn meira bundnar av Danmark. Ikki tí, at tað er neyðugt, men tí ongin vilji tykist at vera til staðar hjá sokallaðu loysingarflokkunum í samgonguni til at føra Føroyar á sjálvstýrisleið. Fólkaflokkurin, sum í stevnuskrá síni greitt staðfestur, at flokkurin er loysingarsinnaður, prógvar ferð aftaná ferð, at flokkurin ikki hevur viljað til annað enn núverandi heimastýrisskipan. Sama kann sigast um Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hesir báðir flokkar eru tó eisini á pappírinum heldur lunkaðir loysingarflokkar.

 

Loysingarsamgonga møgulig?
Sum áður nevnt, er møguleiki á pappírinum at seta loysing og sjálvstýrispolitikk á breddan. Flokkarnir hava tó tíverri ov nógv mál, ið skilja hvønn annan. Høvuðsósemjurnar finnast í fiskivinnupolitikkinum, har Fólkaflokkurin tvíheldur um núverandi útbýti, og hugsjónarliga eru flokkarnir eisini ósamdir um skattapolitik, umframt fleiri onnur mál. Tíverri er tað eisini ógvuliga lítið, ið bendir á, at Fólkaflokkurin er loysingarflokkur annað enn á pappírinum. Vit sóu tað m.a. undir fullveldissamgonguni millum Tjóðveldis-, Fólka- og Sjálvstýrisflokkin, at vilji ikki var til at røkka málinum um einar sjálvstøðugar Føroyar. Fólkaflokkurin hoppaði av tokinum, tá veruliga á stóð, og er flokkurin enntá farin á seinføra sambandstokið.

 

Tá Annika Olsen umrøddi seinastu løgmansrøðuna í løgtinginum tosaði hon m.a. um tjóðskaparmál. Landsstýriskvinnan og varaløgkvinnan segði, at tjóðskaparmálið er steindeytt, men um allir flokkar fluttu seg, bar til at fáa málið aftur á breddan. At Annika Olsen tosar um, at allir flokkar mugu flyta seg er ikki sørt løgið. Fólkaflokkurin hevur tey seinastu árini verið við til at hækka danska blokkstuðulin og er stórur partur av skyldini, at vit ikki eru komin longri á loysingarleið. Vónandi taka Annika Olsen og restin av Fólkaflokkinum í egnan barm og stuðla eini komandi samgongu í loysingarmálum, umframt at stuðla uppskotum, ið verða løgd fram áðrenn stjórnarskifti. Alt annað er bert føgur orð uttan innihald.

 

Tað er neyðugt, at vit taka týdningarmiklu fetini fram á loysingarleið. Seinastu veljarakanningarnar geva loysingarflokkunum Tjóðveldi og Framsókn uml. 10 tingfólk tilsamans, og setur tað flokkarnar í eina rímiliga sterka støðu. Spurningurin er tó, hvørt núverandi andstøða fer at telva seg til rættis og finna semjur um týdningarmiklar reformar á m.a. fiskivinnuøkinum, skattaøkinum og eisini loysingarøkinum. Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, hevur fleiri ferð víst á, at flokkurin er samríkjaflokkur. Men eins og Fólkaflokkurin kann hetta fara at broytast í einum samráðingarskjalið.

 

Ikki kann sigast, at Fólkaflokkurin hevur verið sína uppgávu til fulnar síðani stovnanina. Flokkurin hevur ferð aftaná ferð verið í samgongu, og somuleiðis svikið loysingarrørsluna. So leingi einki nýtt hendir frá flokkinum, má sigast at radikali sjálvstýrisflokkurin er steindeyður. Vónandi finnur fólkafloksveljarin, ið ynskir sjálvstýrisleið, útav hesum til komandi val.

 

Tráin Petursson Nónklett,

Formaður Unga Tjóðveldisins.

Tráin Petursson Nónklett

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad