Lýsing

Barnaansing ella barnamenning?

 

Fólk eiga at síggja í eyguni, at børn teirra vera ment á einum stovni, longu sum 1 – 2 ára gomul ella fyrr. Vit mugu síggja í eyguni at hetta er mynstri vit liva okkara lív eftir.
 

Í dag skulu vit øll til arbeiðis hvønn dag fyri at kunna gjalda okkara alt ov dýru hús, bil og kanska bát eisini. Hetta er bert ein staðfesting. Romantiska myndin av einum heimi, har mamman er heima allan dagin er farin, fyri flestu okkara. Hesin parturin verður røktur  av námsfrøðingum og teirra hjálparum. Men er tað í grundini gott ella ringt. Var alt nógv betur tá ið mamma var heima?
 

Vit fáa illa sett spurnartekin við kærleikan hjá eini mammu til barn hennara. Men er kærleiki nokk til at ala upp eitt heilt menniskja. Eg eri ikki námsfrøðingur, so tað veit eg ikki. Eg veit tó at fyrr hevði heimagangandi mamman tíð til at taka sær av børnum sínum, hon hevði fyrireikingartíð.
 

So hví kunnu ikki námsfrøðingar fáa fyrireikingartíð. Haldi veruliga at tað hongur saman við yvirskriftini. Tað er ongin grund til fyrireikingartíð, til at ansa børnum, men fyri at menna børn krevst fyrireikingartíð. So sjálvandi skulu námsfrøðingarnir hava sína fyrireikingartíð, tað eru okkara børn tað snýr seg um.
 

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldis
 

Sámal Ímundarsson

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad