Lýsing

Eg elski at tosa um einki. Tað er tað einasta, eg veit nakað um. (Oscar Wilde – Kári P. Højgaard)

 

Arbeiðsgevari hansara skal so við hesum rímiliga avmarkaða innliti stríðað seg ígjøgnum tríggjar viðgerðir og síðani samtykkja málið.
 

Harafturat ætlar evsta juridiska kompetansan í Nesinum sær at avtaka lógina um alment innlit, so at eingin hvítur maður sleppur at spyrja eftir málinum eitt mannaminni fram.
 

Ein Erasmus Montanus er risin upp okkara millum, og hann er ikki minni áhugaverdur enn navnabróðurin, sum Ludvig Holberg fostraði fyri skjótt tríhundrað árum síðan.
 

Hvat løgtingið fer at gera, vita vit ikki, men mangt bendir á, at løgmaðurin, sum hevur eftirlit við alva sínum, fyri langari tíð síðan er tosaður upp í lag, og er samdur við honum.
 

Seinasti skansin er so kortini løgtingið, aldagamla lóggávuvald okkara.

Eftir § 37 í tingskipanini hava so stuttlig mál sum hetta ongan livandi kjans, tí júst har er ásett, at tað SKAL standa í uppskotinum, hvat tað snýr seg um, hvør fíggjarligi kostnaðurin er, og hvørjar viðmerkingar almennir stovnar, eitt nú Landsverk, hava til málið.
 

Løgtingsmenn hava í fyrispurningum sóknast eftir hesum, men landsstýrismaðurin hevur verið tættur sum fløskan. Eftirlit hansara, sum skal ansað eftir, at hann umsitur málsøkið sítt á fullgóðan hátt, er fullsamt við landsstýrismanninnum.

Verður málið ikki støðgað av løgtingsskrivstovuni, ella burturvíst av løgtingsformanninum eftir samtykki frá formansskapinum, so kann einstakur  tingmaður skjóta upp at vísa málinum burtur.
 

Eyðnast hetta heldur ikki, so hevur misálitið eftir §47 heldur ongan kjans.
 

Falla allar hesar verjurnar verður málið samtykt samstundis sum øll virðing fyri fólkaræðinum er fallin.

Hvussu langt forfallið er komið, er ilt at vita, men verður eitt uppskot lagt á tingborð so illa ílatið, sum fráboðað er, og tað er gjørt eftir tilmæli frá lógardeildini, aðalstjóra og løgfrøðingum, so er alt álit á alla umsiting í Tinganesi eisini horvið.

 

 

 

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad