Lýsing

Lat ikki sjakalarnar sleppa framat á vaglinum !

 
Í dag undrist eg á, hvussu skjótar hesar kreftir kunnu vera. Frá tí, at úrslitið av løgtingsvalinum var greitt gingu bara nakrir heilt fáir dagar so vóru privatar slangur langt niðri í landskassanum.
Hvør skuldi trú, at tað kundi ganga so skjótt ?
Hetta hevði ikki verið møguligt í nøkrum øðrum landi, sum vit vanliga samanbera okkum við.
Eg skal vera tann fyrsti at taka í egnan barm, eg ávaraði tí verri ongan tá.
Men tað fari eg at gera nú.
Avleiðingarnar av løgtingsvalinum hava lært okkum, at tá talan er um løgtings- ella býráðsval, so mugu vit skipa so fyri, at ódemokratisk fólk ikki fáa tikið sær valdið á almennum pengakassum.
Tí er tað eg vil siga: Lat ikki sjakalarnar sleppa framat á vaglinum !

Hvussu fáa vit loyst hendan trupulleika ?
Mítt besta boð er upplýsing og aftur upplýsing.
Lat meg eisini fáa sagt, at til dagligt hevur ein góður samfelagsborgari so mikið nógv at taka sær av, at tað ikki ber til at ganga út frá, at tað ringasta altíð hendir. Tað er heldur ikki tað hetta snýr seg um. Tað snýr seg um at fáa so nógvar góðar kreftir sum gjørligt at taka lut í politiska lívinum.
Her hugsi eg ikki so nógv um stríðið í fjølmiðlunum, eg hugsið meira um tað, sum er á skránni, tá góðir samfelagsborgarar hittast og samstarva; tað er tá grasrøturnar tryggja øllum eitt gott trygt lív. Tað er hetta okkara samfelag hevur mest tørv á.

 

Lat ikki ein minniluta fáa valdi
Eftir eitt býráðs- ella løgtingsval ber mangan til at fáa tað, sum tey í øðrum londum nevna “hentar býttlingar” at tryggja einum minniluta ein meiriluta, sum bara vil tæna teimum fáu. Tað er so javnan, at vit hoyra sambandsfólk, sum hava verið trúgv ímóti Sambandsflokkinum alt teirra lív, siga seg ikki kenna Sambandsflokkin aftur. Tey siga seg vera sviknan av løgmanni. Hann má tí sigast at vera ein politikari av tí slagnum, sum eg nevndi omanfyri.
Løgmaður hevur saman við sørvinginum skipað eina samgongu fyri nakrar fáar útvaldar borgarar.
Lat meg sláa rimmarfast, at eitt býráð eigur at arbeiða fyri allar borgarar, og mín uppgáva í politikki vil altíð vera at stríðast fyri einum demokratiskum samfelag.
Vit eiga at taka við læru av løgtingsvalinum og stríðast harðliga ímóti, at politiskir sjakalar fáa valdið í Tórshavnar kommunu – teimum hevur okkara kommuna ikki tørv á.
 
Brandur í Dali, valevni hjá lista E til býráðsvalið í Havnini
 

Brandur í Dali

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad