Lýsing

Samgongan – Que Vadis

Líkamikið hvat teir nerta við so skal tað útveitast. Teirra stóra fyrimynd er borgarstjórin í Farum, Peter Brixtofte, sum gekk runt í leasaðum undirbuksum tá ið hann bleiv handtikin og tveittur í skansan. Hendan samgongan hevur deilt Føroyar í tvey.
 
Ein lítlan minniluta, ið eru íleggjarar / kvotabarónar – og restin eru øll hini. Nógv verður tosað um at vinnan skal hava góð kor at arbeiða undir, og vilja flest allir føringar at so er – uttan teir í Tinganesi. Nú stórar nøgdir av pelagiskari kvotu skal býtast út á reiðaríini er einasta treytin, at mann kennir tlf-nummarið og ikki er fallin í ónáðir hjá fiskimálaráharranum – segði nakar USSR?
 
Gleðin var stokkut tá ið havrannsóknarskipið endiliga kom í tingið. Her eins og aðra staðir er ætlanin at Landsstýrið skal byggja eitt havrannsóknarskip við peningi frá kvotabarónum. Teir skulu so brúka skipið til ídnaðarveiðu stóran part av árinum, og Havstovan kann so lána skipið, av náði, ein part av árinum til teirra granskingar. Hettar kann sammetast við at skurðstovurnar á Landssjúkrahúsinum verða leasaðar til asfaltverkið í Hundsarabotni ein part av árinum.
 
Havfrøði er gransking á høgum støði. Danir og Norðmenn hava júst  bygt hvør sítt havrannsóknarskip og koma vit sjálvandi at samstarva við teir. Hvussu kunnu vit sannføra teir um álvaran, tá ið vit møta upp við einum skittfiskatrolara til endamálið.
 
Nokk er nokk. Nú er tíðin komin at vit taka annað skinn um bak, at forða hesum ørvitisknokkum at knúsa hettar landið sundur.
Tí skal fylgjandi gerast:
1. Føroya Landsstýri byggir eitt háteknologist havrannsóknarskip, ið lýkur øll dagsins krøv
2. Havstovan skal útgerða og reka skipið
3. Skipið skal hava ein heimstað, og skal tað verða Vestmanna, sum er ein av Føroya bestu náttúrhavnum
4. Rundanum skipið skal uppbyggjast eitt maritimt umhvørvi við gransking, skúla, læru í vanligum sjómansskapi v. m. í samráð við Fiskivinnuskúlan
5. Hvørja ferð skipið fer til havs, skal pláss verða fyri næmingum / aspirantum
 
Viðvíkjandi útbúgving, so kundi hugsast at hon var uppbygd soleiðis, at tað komu næmingar úr øllum Føroyum á skeið við tí fyri eyga at allir 10. flokks næmingar úr øllum Føroyum høvdu fylgjandi útbúgving tá ið teir fóru úr skúlanum:
 
1. Vanligan sjómansskap / siglingstíð
2. Brandskeið
3. Trygdarskeið
4. 1. Hjálp
 
Livst so spyrst.
Gleðiligar páskir,

Bogi Gaard Joensen

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad