Lýsing

Hvat skal til tá ein bjóðar seg fram at standa í fremstu røð?

Barndómurin
Tá eg vaks upp var eg uttan iva ein skilagóð og djørv smágenta. Longu sum 9-10 ára gomul var eg BZ´tari, gjørdi vegaforðingar og stó mitt í rokanum tá tann fyrsta Molotowcoctailin brast. Nei eg búi ikki við Vestara áarbakka í Gaza, men í Vesturbýnum í Havn, har eg minnist at ganga aftanfyri tey stóru, tá tey gjørdu balladu. Tey bygdu hyttir ella ognartóku seyðahús, sum onkur síðani setti eld á so tær brunnu niður, tey gjørdu vegaforðingar og kastaðu við eggum eftir bilførarum og fóru í kríggj og eg rann aftaná. Peter-headarar í kríggj við Argjafressar, tað var ikki við mýkindum. Har vóru vápn og østir dreingir, enntá Molotow-koktails. Eg minnist ein dagin vit gingu í djupari tøgn omaneftir Velbastaðvegnum og komin oman móti Argjasvinginum vóru Argjafressarnir har. Eg haldi at eg lat eyguni aftur meðan kríggið brast á, og eg tók at renna undan, tá tann fyrsta fløskan við einum klodda vátum av bensini brast beint har vit stóu. Tá rann eg niðan gjøgnum bøðin og heim. Tað var alt ov vandamikið at fara eftir vegnum, tí kríggj var og kanska onkur sá meg.
 
Í Nólsoy har eg eisini vaks upp, sendi omma meg eftir mjólkini og tað var umráðandi at halda tunguna mitt í munninum, so eg ikki stoytti ella misti mjólkaspannina. Spannin var tung, har var óiva ein heilur litur av mjólk í, kanska meira. Um gestir vóru, so varð eg send til bóndan við einari tómari spann og skuldi leggja eina 5 krónu undir spannina, so var hon eisini full av mjólk næsta morgun. Eg kendi okkara spann og eg visti akkurát hvar hon skuldi standa. 
 
Eg minnist væl fyrstu ferð eg fór at keypa fyri ein gamlan mann sum æt Niels á Botni. Hann átti nógvar fuglar, teir flestu lóu í einari frystuboks ella stóu á einari hyll, útstappaðir. Onkuntíð tá eg slapp inn á verkstaðin hjá honum, lóu fuglakroppar har og Niels koyrdi hálmkúglur inn í skinnið og onkuntíð slapp eg at velja eyguni sum skuldu setast í høvdið, tí hini vóru rotin. Niels á Botni átti eisini livandi dunnur, tær svóvu í einum neysti beint niðanfyri har hann búi. Um dagin svumu dunnurnar niðrri á sjónum, og onkuntíð bað Niels meg koma við oman eftir teimum, at fáa tær til hús fyri náttina. Hann rópti á tær har tær lóu og damlaðu og síðani komu tær upp á keiina, ein fyri og onnur eftir og  vit gingu niðan í neysti, Niels gekk fremst og eg gekk við síðuna av honum og bleiv við at venda mær á, fyri at hyggja um dunnurnar fylgdu við, og tað gjørdu tær. Niels vendi sær ongantíð á. Hann lat neystahurðina upp og dunnurnar fóru inn at leggja seg at sova, sjálvt um tað ikki var myrkt úti enn. Ein dagin segði Niels á Botni við, at hann orkaði ikki at fara eftir dunnunum og spurdi um eg kundi fara oman at rópa tær heim. Eg visti ikki annað at svara enn ja, tí tær kundu jú ikki vera úti alla náttina. Eg fór oman á keiina og gjørdi sum Niels plagdi, eg rópti á dunnurnar og tær komu upp á keiina ein fyri og onnur eftir. Síaðni gekk eg fremst niðan móti neystinum og vendi mær á við hvørt fyri at vita um dunnurnar komu við og tað gjørdu tær. Komin niðan móti neystinum stó Niels har og helt hurðini opnari. “Hatta gekk væl”, segði hann, “takk fyri at tú hjálpti mær og dunnurnar kenna teg nú”. Eg haldi ikki at eg svaraði honum, tí eg átti ikki orð at siga um hetta. Eg hevði eina kenslu í kroppinum av, at eg dugdi nakað sum ikki ein og hvør dugdi, eg fekk dunnurnar at fyglja mær og fekk tær trygt uppá pláss fyri náttina. Kanska var tað hendan dagin at hugur mín til blíva námsfrøðingur spretti í mær og kanska var hetta mín fyrsti dagur sum leiðari.
 
Álit
Hetta vóru tvær ógvuliga ymsikar forteljingar um mín barndóm. Tann fyrra sigur mær nakað um, at eg var ikki so bangin av mær. Eg fylgdi aftaná teim størru børnunum, kanska flest dreingjum, men eg rann eisini heim, tá tað bleiv for farligt. Eg hevði eitt stað har tað var trygt at vera tá kríggj var úti.
 
Hin fortelur mær nakað um hvussu stóran týdning tað hevur haft fyri mítt lív, at onkur vísti mær álit. Tað gjørdi omma mín, tí misti eg spannina, so var mjólkin mist. Hetta var áðrenn mjólkapakkarnar og Tupperware íløtini, sum halda tætt um mann vendir tey á høvdið. Eg ivist ikki í, at Niels á Botni orkaði at ganga oman á keiina hin dagin, men hann gav mær uppgávuna og hann vísti mær álit og eg vaks og kendi meg sera týdingarmikla í samanhanginum við onnur. 
 
Upplivingar
Royn tú og hugsa aftur og finn eina løtu í lívinum, har onkur vísti tær álit,  hugsa um eina uppliving, sum setti seg í tín kropp sum ein kensla av at gera mun. Tað eru so nógvar upplivingar sum eg minnist, har kanslan var ein heilt onnur. Har eg ikki eydnaðist, tí at tað eg gjørdi onkursvegna ikki eydnaðist. Hetta at knýta kropp og kenslur at uppivingum í lívinum, tað er her vit forma okkara lív. Vit kunnu velja at telja tær løturnar sum gjørdu mun og fingu okkum at kenna okkum væl og at vaksa, saman við øðrum menniskjum, sum hava týdning fyri okkum. Vit kunnu sjálvandi eisini koma fyri hendinum, sum seta seg so fast í okkara kropp og høvd, at tað er sum um einki riggar, líkamikið hvat eg geri, so eydnast tað ikki – ella enn verri so eydnist eg ikki. Hvussu ofta hava vit ikki fingið at vita, hygg nú, hatta var tín skyld, hví gjørdi tú hatta, hví gert tú so, hví gert tú ikki so, hví skalt tú???? 
 
Spurningar, sum gera okkum ósikkur og sum fáa okkum at ivast í, um vit tora at taka ábyrgd, tí hvat nú um tað ikki eydnast, so miseydnast ikki bara tað, men eisini eg og tað er so flovisligt og pínufult. Tak bara dømið um fyriskipanina av stóra tiltakinum á Vaglinum, um álop á fólkaræðisligu skipanina í samband við tunnilsmálið. Vaksnir menn skrivaðu misálitsgreinar um hví ungmannafeløgini skuldu vera við til at fyriskipa eitt sovorið tiltak. Tað vóru ungmannafeløgini, sum gjørdu vart við seg og sum komu við hugskotinum, tí skuldu tey sjálvandi vera við. Hugsi tykkum at tit rætta armin út og koma við einum hugskoti um at gera mun fyri rættvísi og so tekur onkur teg av ræði og skúgvar teg til viks, so tú ikki longur sleppur at taka ábyrgd. 
 
Kunnu tit ímynda tykkum, at eg ikki visti, um tað var trygt at renna heim til mammau mína tá kríggið brast á? Ella um eg ikki kendi ommusa mjólkaspann, so kundi eg ikki vita um tað var rætta mjólkin eg kom heim við, ella um eg ikki tímdi at heinta hasar býttu dunnurnar og bað onkran annan gera tað í staðin fyri. Halda tit so at dunnurnar vóru komnar heim í neystið? Tað rokni eg ikki við, tær høvdu óiva svomið víðari og ivast í hví eingin kom at rópa tær heim.
 
Spæl/vinfólk
Tað er ígjøgnum spæl við vinfólk og onnur børn at eg minnist at hava lært mest um meg sjálva. Tað er har ein sleppur at merkja, um tað ein ger, verður viðurkent ella ikki. Har er tað kontant avrokning, tí antin dáma hini tað tú gert ella ikki. Ta einu løtuna kann tað tú gert rigga væl og ta næstu løtuna, gongur tað slett ikki, soleiðis verða vit formaði. Tað er bara saman við ørðum, at tú kanst fáa fræsli, tí einsamøll hevur tú ikki frælsi. Tú kanst eisini vaksa upp og hava ein nokkso ósjónligan framburð og ikki halda teg tora so væl at siga tína hugsan ella at koma við hugskotum. Tó ivist eg ikki í, at flestu okkara velja at vera við har tað kenst rætt og halda okkum burtur har tað ikki kenst rætt at vera.
 
Tey flestu av okkum hava eina fyrimynd í lívnum, kanska fleiri, kanska skiftandi. Men tað er eingin treyt at mamma tín gekk mótmælisgongu fyri at tú skalt halda at tað er tað rætta. Far tú og mótmæl um tú kennir í tær sjálvari at tað er tað rætta. Sig tína hugsan tá tú heldur tað er tað rætta at gera. Tak orðið tá tú heldur vit skulu kenna tína hugsan, halt teg ikki aftur. Tín hugsan kann gera allan munin í tí samanhangi hon verður søgd og hoyrd. 
 
Eg eri ikki vaksin upp við einari mammu sum gekk á odda og vildi hoyrast har hon var, tvørturímóti, men eg má siga, at eg eri ikki sørt errin av, at mamma mín fyri einum ári siðani gekk á flogvøllinum í Vágunum í einari blusu við einum knýttum gummihanska á rygginum og deildi flogseðalar – ikki ferðaseðlar – men flogseðlar til ferðafólkini. Hetta var eitt heimsumfatandi tiltak, har vaskifólk kring allan heimin gjørdu vart við síni arbeiðsviðurskifti, tiltakið var lagt millum fólk, sum minst gáa um løn og arbeiðsviðursifti hjá vaskifólkum. Hon var ikki einsamøll, hennara systarar gingu eisini á flogvøllinum í London, í Amsterdam, í Oslo og øll sum ferðaðust millum lond, sóu hesa kvinnuna í littu blusuni við enum knýttum gummihanska á rygginum.
 
Áhugamál
Tey áhugamál sum hava haft týding fyri meg sum menniskja eru eisini tey øki í llívnum, sum eg havi givið mestan ans og ógvuliga lítið er broytt um eg hugsi aftur til tá eg var smágenta.  Eg minnist at eg sum 12 ára gomul segði, at eg skuldi ikki eiga børn sjálv, tí tað eru so nógv børn í heiminum, serliga í Afrika, sum eingin foreldur eiga og sum tørva hjálp. Hetta er framvegis eitt hjartamál hjá mær, hóast eg sum 15 ára gomul longu gjørdist mamma og seinni fekk tvey børn við einum afrikanara. Tað gongur ikki altíð sum vit ætla, men børnini hava framvegis mín stóra áhuga, ikki bara í Arfrika, men allastaðni og eg havi lagt alt mítt lív efitr at kempa fyri betri viðurskiftum hjá børnum. At børn ikki skulu vaksa upp í fátekt, harðskapi ella vera fyri yvirgangi. Vit skulu tora at bróta tøgnina og siga okkara meining. Um títt áhugamál er at broyta heimin, samfelagið ella bara teg sjálva/n, so finn framm i tær sjálvari/sjálvum hvat hevur størstan týdning fyri teg og ger tað, saman við øðrum ella einsamøll um so má vera. 
 
Kenslan av at nakað eydnast
Eg havi sum ung nokk verið eitt kappingarmanniskja, eg var sterk, fim og kvik og tað gjørdi, at eg spældi á oddaliðnum í hondbólti og seinni í flogbólti og at eg royndi at vera fremst í kappingum. Í skúlanum bjóðaðu dreingrnir mær av í skúlagerðinum aftaná skúlatíð – vit sluppu ikki at berjast í skúlatíðini. Eg smurdi teir av og onkuntíð so grótu teir, men vit vóru vinir. Onkuntíð bleiv eg eisini smurd av, men ta var oftast av eldri dreingjum, sum ikki kendu meg.
 
Dugnaskapsmerkini sum eg fakk tá var skóti hava lítlan týdning í dag, men tá vóru tey við til at geva mær pláss í felagsskapinum.  Tá eg sum smágenta spældi klassiskar konsertir, syrgdi eg fyri at vera væl fyrireikað, tí annars kundi eg ikki traðkka fram saman við teimum sum eg spældi saman við og mær dámdi væl kensluna tá áhoyrarnir klappaðu aftaná framførðslurnar.  Lærarar sum hava givið mær eina kenslu av, at tað var ok at vera eg, eri eg sera takksom, tí tað vóru sanniliga eisini lærarar á leiðini, sum fingu hesa kendu kensluna fram av ikki at rigga, ikki at vera ok. 
 
Kenslan av at nakað miseydnast
Tann kenslan er, hóast hesar søgur eg havi sagt tykkum, altíð víð opin og hevur altíð latið seg nøra av ringum upplivingum og keðiligum viðmerkingum frá ørðum. Eisini verður hon nørd av at eingin sigur nakað, tá koma mínir egnu tankar um ikki vera ok og ikki at sláa til. Eisini í dag, hóast eg standi nógv fram og havi ein leiklut í starvi mínum, at taka ábyrgd og at skula forsvara nógv sjónarmið, ikki bara míni egnu, men sjónarmið, sum sum hava týdning fyri nógv onnur menniskju og teirra lønar- og arbeiðsviðurskifti. Tað sum serliga hevur stóran týdning fyri meg í mínum starvi er, at eingin arbeiðsgevari hevur rætt til at fara illa við fólki. Eingin hevur rætt til at taka frá teimum tey rættindi, sum tey eiga í felagsskapinum við onnur. Tað er starvsfólkið sum selur sína arbeiðsmegi til arbeiðsgevaran og at tað eigur ein bæði løn og viðurkenning fyri.
 
Tá minnini sita i kroppinum
Kenslan av at vera ok ella ikki at vera ok, situr í kroppinum og ein má arbeiða við at halda javnvág í hesum kenslum, tí tað er eingin sjálvfylgja, at tað gongur sum ein ætlar sær. Alt sum vit gera fær eitt úrslit, tað kann ganga væl og tað kann ganga illa. Summi av okkum hava lyndi at taka alla skuldina á okkum, um okkurt ikki gongur sum ætlað. Veruleikin er, at vit altíð eru í einum samanhangi við onnur og tað er í hesum samanhangi, at tað antin eydnast væl ella ikki. 
 
Tann persónliga íløgan
At vera partur av einum felagsskapi sum arbeiðir fyri einari ávísari søk gevur góða meining í lívinum og tað gevur eina sterka kenslu av at kunna ávirka kringumstøðurnar. Eg tosi ikki um at fara í kríggj við aðrar býlingar, eg tosi ikki um at taka valdi frá øðrum, men eg tosi um at taka ábyrgdina av, at gera ein mun. Tað er ein persónlig íløga at kempa fyri sínum áhugmálum og tað er ein persónlig avgerð at kempa saman vi øðrum fyri einari felags søk. Uttan títt persónliga íkast nyttar tað ikki, tí tá ert tú ikki partur av felagsskapinum. At tora at standa fram krevur dirvi og tað krevur stuðul, tí er tað so fantastiskt at síggja tykkum ungdómar ferð eftir ferð taka ábyrgd og at gera vart við tykkara sjónarmið. Tá ein eydnast væl, minnist so til at siga tað við hann og hana, soleiðis eiga tit lut í kensluni av at tað riggar. Um tað gongur einum illa, so gevi viðkomandi eitt herðaklapp fyri at bjóða seg framm og taka ábyrgd, soleiðis eiga tit lut í kensluni av, at tað nokk skal ganga. Geri ikki ta dáragerð, at venda eyguni upp í loftið tá ein stendur fram ella at lata viðkomandi ivst í hvat tit halda, stuðli hvørjum øðrum, tá standa tit sterk.
 
Sjálv havi eg royndir í fakfelagshøpi longu frá tá eg var lesandi og tað er henda áhugan eg síðani havi fylgt. Tað snýr seg ikki um at fyglja áhuganum fyri hvussu eg klári meg, tí fakfelagsarbeiði er eitt ógvuliga ósjálvsøki arbeiði. Eg valdi at fyglja áhuganum fyri søkini, fyri rættvísi og fyri samanhaldinum. Síðani 1998 havi eg verið virkin nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, seinnu árini var eg næstforkvinna og hevði eina ambisjón um, at stilla upp til formanssessin ein dag. Mín fyrimynd var Hildur Patursson, sum eg møtti ein dagin á Konditarínum, har hon fortaldi, at hon hevði verið í Tinganesi og samráðst um betri viðurskifti hjá pedagogum og hjá hudraðtals kvinnum. Hetta gjørdi eitt sovorið inntrykk á meg og eg hugsaði at tað var nakað serligt, at ein kvinna sum hevur eitt so týdingarmikið starv, situr nú her saman við mær og øðrum á Konditarínum og tosar um sítt starv og sína pasjón.  Brádliga bleiv tað  fyri meg sum um fólk á ymsikum piedestalum ongan týdning høvdu longur. Tá tey í fremstu røð sita á Konditarínum og tosa um javnrættindi og betri umstøður fyri kvinnur í láglønarbólkum, so er talan um, at tey í fremstu røð eru vanlig menniskju, sum kempa fyri eini søk, sum hava eitt áhugamál, sum er størri enn teirra egna sjálvsøkni. 
 
Tann persónligi missurin
Eftir hetta havi eg fleiri ferðir bjóða meg fram, bæði í fakfelagspolitikki og í flokspolitikki. Tað er ein stór avgerð at taka, at stilla upp og bjóða seg fram. Tað er ikki vist at ein verður vald, tað er heldur ikki vist at hini halda tað er serliga kul, at júst tú bjóðar teg fram. Summi siga tað við teg og onnur siga tað við hini og ikki við teg. Tí er tað týdningarmikið, at hava eitt bakland, at hava onkran aftanfyri teg, sum tekur sær av tær í teirri løtu tú antin ikki verður vald ella í teirri løtu tú veðrur vald. Avstemma títt bakland, kanna eftir um tú hevur stuðul, líkamikið hvussu gongur. Avstemma við teg sjálva, um tú orkar tankan um ikki at blíva vald. Líkamikið, hvat fólk siga, so vil eg halda uppá, at tað hevur stóra ávirkan á menniskju, ikki at verða vald. Tá løtan av vónloysi, misstreysti,  av ikki at eydnast fyllur kroppin. Líkamikið hvussu væl eg havi fyrieika meg frammanundan, so hava hesar kenslur trokað seg framat. Onkra løtu minnist eg eisini ein lætta av ikki at verða vald, tí, hevði eg nú hugsað meg nóg væl um, hevði eg eitt bakland sum kundi stuðla mær í mínum vali, hevði eg veruliga umstøður fyri at geva so nógv av mær sjálvari fyri onnur? Kenslan er eins ræðandi tær ferðir eg var vald, tí so kom ein feril av mátloysi og  prestasjónsangist.  Var hetta nú eitt rætt væl? Ert tú tilvitað um tað ósjálvsøkna áhugamálið, so skal tað nokk ganga væl.
 
At standa í fremstu røð er ikki altíð so óluksáliga stuttligt, tvørturímóti, so er tað sera hart, tað er ein einsamallur dansur viðhvørt, men tað er eisini ein skylda vit hava at taka á okkum, fyri at skapa eitt betri samfelag og fyri at skapa tær fyrimyndir, sum okkara komandi ættarlið tørva, fyri at taka ábyrgd. 
 
Góðan altjóða kvinnudag og takk fyri álitið.
Maud Wang Hansen
 

Meiningar

Deil hesa grein umvegis
468 ad