Lýsing

ENDAR SUM RØKKA OG TAK YVIR HØVDIÐ

Hetta valið má og eigur at snúgva seg um, at allir borgarar í hesum landi kunnu liva eitt lív, uttan ótta fyri, ikki at hava ráð til tað mest grundleggjandi – mat, klæðir og tak yvir høvdið. Má snúgva seg um gerandisdagin hjá fólki.

Vit eru eitt ríkt land. Millum tey ríkaru. Men ríkidømið røkkur í dag ikki út í hvønn krók. Vit vita, at minst 1000 børn liva í fátækaváða.

Í summar spurdi eg landsstýrismannin í almannamálum um, hvussu nógvar familjur og persónar í Føroyum kunnu metast at liva í fátækt ella í fátækaváða, og hvussu mong børn teljast millum hesi? Hann svaraði, at tað ber ikki til at siga, tí eingi nøktandi hagtøl ella metingar av fátækadømi eru gjørdar. Tó verður mett, at áleið 8% av fólkinum er í sonevndum fátækaváða, teirra millum nevndu børnini.

Og vit vita, at prísirnir fyri olju at hita húsini er dýrkað 50%, matur 10%, býli 5 % og nærum alt annað eisini blivið dýrari. Tað er ikki trupult at rokna út, hvønn tað rakar.

At liva í fátækaváða er ikki tað sama, sum at liva í fátækt. Men, alt bendir á, at talið av familjum og einstaklingum, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, veksur. At vera fátækur í longri tíð, kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og ta einstøku familjuna, og tað kann merkja børnini langt inn í vaksnamannalívið.

Ógvusliga trýstið á bústaðarmarknaðinum ger støðuna enn meira avbjóðandi. Sperdu familjurnar eru í mongum føri fólk, sum ikki hava ráð at seta føtur undir egið borð.

Á bústaðarmarknaðinum mugu vit hugsa nýtt, og lata kommunur og land, gjarna í samstarvi við privatu vinnuna, í felag tryggja, at nógv fleiri íbúðir til ein rímiligan prís verða atkomuligar. Við lutaíbúðum og nýhugsandi loysnum. Og leigumarknaðurin má skipast betri, við greiðum reglum fyri leiguprís og krøv til góðsku.

Undanfarna samgonga hækkaði familjuískoytið og stuðul til einligar forsyrgjarar munandi. Men hesin batin er í stóran mun etin upp av prísvøkstrinum.

Í Føroyum væntar okkum ikki ríkidømi. Men okkum tørvar at breiða tað betri út, so fólk ikki detta niðurímillum í vælferðarsamfelagi okkara.

Hvønn dag eiga vit at spyrja okkum sjálv: Hvørjar Føroyar vilja vit hava?

X við E

Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad