Lýsing

Arbeiðarar í øllum Føroyum – savnist!

Góði arbeiðari! Lat okkum til hetta val, savnast um okkara áhugamál. Hetta er vitjunartíðin, lagaliga løtan til at brúka okkara vald er nú. Vit hava seinasta valskeið vitnað, at politiska valdið als ikki tænir okkara áhugamálum. Politiska valdið tænir kapitalinum, kvotabarónum og teimum múgvandi.

Gaman í so siga teir ráðandi seg tæna okkara áhugamálum. Teir siga seg arbeiða fyri okkum, men realpolitiski veruleikin hevur yvirhála “akademiska” áhugan fyri tær og mær. Vit blivu forbígingin við flatskattinum og samstundis rænd í pensjónini. Tað var arbeiðarafjøldin ið var við sviði so, og sum teir siga seg “elska yvir alt.”

Arbeiðarafjøldin, eini 5000-6000 fólk í Føroyum hava onga umboðan á tingi. Í tí politiska spælinum hava okkara áhugamál ongan góðan, ongan sum røkir og verjir tey og tí eru okkara áhugamál missrøkt.

Komi eg á ting, so verða øll lógaruppskot løgd á vágskál arbeiðaranna. Verða hesi lógaruppskot tá funnin “ov løtt,” so taki eg ikki undir við teimum og fari at arbeiða hart í móti teimum.

Vel ein, sum kemur úr arbeiðarastættini. Vel ein, sum virkar í arbeiðarastættini og vel ein, sum fer at tæna arbeiðarstættini.

Vel títt arbeiðaraumboð á ting!

Jóhan Carl Dam valevni hjá Tjóðveldi.

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad