Lýsing

Hví velja meg?

Tí eg fari at arbeiða fyri at Tórshavnar kommuna gerst ein eldrivinarligur býur, ið leggur dent á at menna, og bjóða fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboð.

Ov lítlar normeringar á eldraøkinum er framhaldandi ein stórur trupulleiki, og helst ein varðandi trupulleiki, um vit ikki nýhugsa tilgongdina til tænasturnar á eldraøkinum. Demografiskar framskrivingar vísa, at talið av eldri borgarum kemur at vaksa nógv komandi árini, samstundis sum færri vera á arbeiðsmarknaðinum til at rinda fyri vælferðartænasturnar. Tí er umráðandi at nýhugsa økið og tilgongdina. Vit mugu hugsa meira fyribyrgjandi og heilsufremjandi. Tað snýr seg um at menna tilboð sum viðvíkjur rørslu, endurvenjing, sosiala samveru og aðra stimbran, sum kann viðvikra til at hin einstaki varðveitir heilsu og virkisføri longri.

Vit ynskja øll tryggleikan í at vita, at tá vit eldast, so tryggjar felagsskapurin okkum tær tænastur, ið vit kanska koma at hava brúk fyri.

Jóhan Carl Dam

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad