Lýsing

Hví velja meg?

Tí eitt av mínum hjartamálum, er at bøta um trygd og trivnað á arbeiðsmarknaðinum.

Neyðugt er at seta pening av til trygd og trivnað á arbeiðsmarknaðinum. Tíverri henda framvegis ov nógv arbeiðsóhapp, og enntá deyðsføll. Hetta kemst m.a av vantandi kunning, upplýsing og útbúgving. Vit hava øll rætt til eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvi. Tí er avgerandi, at starvsfólk á gólvinum verða tikin uppá ráð, tá tað t.d snýr seg um innrættan av arbeiðsstaðnum, og tá avgjørt verður, hvørji amboð og tól skulu takast í brúk fyri at fyribyrgja niðurslíting, og nútímansgera arbeiðsgongdir og háttaløg.

Sentralt er eisini, at vit í størri mun granska og útvega frágreiðingar til tess at fáa neyvari og betri tilmæli og metingar á hvørjum arbeiðsplássi.

Vit hava øll rætt til at fara trygg til arbeiðis og koma trygt heim, eftir loknan arbeiðsdag.

Sálarliga arbeiðsumhvørvi er undirmett

Arbeiðið skal kunna útinnast trygdarliga og heilsuliga forsvarligt. Eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi eyðkennir seg við at starvsfólk og leiðsla kenna álit, viðurkenning og virðing sínamilum. Tá sálarliga arbeiðsumhvørvi skal kannast, verða fólk spurd um, eitt nú, tíðartríst, ávirkan á egið arbeiðið, arbeiðstíðir- og arbeiðsmongd. Kanningar benda á, at vaksandi fólkasjúkan, strongd, er minst líka útbreidd í Føroyum, sum aðrastaðni. Hetta hevur kostnaðarmiklar avleiðingar – bæði fyri einstaklingar, arbeiðspláss og samfelag. Londini umkring okkum hava sett munagóð tiltøk í verk fyri at avmarka trupulleikan, meðan lítið er gjørt herheima. Tí kann mann hava lyndi til at spyrja, um arbeiðsplássmetingarnar yvirhøvur verða brúktar, ella um tær bara liggja og savna støv í eini skuffu?

Tað er neyðugt, at man leypandi heldur eyga við arbeiðsumhvørvinum. Fyri at kunna arbeiða málrætta við arbeiðsumhvørvinum, krevst vitan um tey viðurskifti, sum hava neiliga ella jaliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið. Er trupulleikin vantandi álit, ónøktandi karmar ella eitt nú, ójavnvágur normering, krøv og arbeiðsorku?

Aðrastaðni í heiminum hugsar man eisini fyribyrgjandi og heilsufremjandi. Fysio- og ergoterapeutar kunnu vera við til at tryggja optimalar karmar á arbeiðsplássinum, umframt at hesin fakbólkur verður keyptur til at veita starvsfólki við niðurslítandi arbeiðið, viðgerð fyri arbeiðsskaðar. Aftur aðrastaðni verða starvsfólk bjóða atgongd til venjing og sunnum kosti til fyrimunarligan kostnað.

Arbeiðsplássmetingar, tilmæli og heilsufremjandi átøk eru við til at minka um sjúkrafráveru, økja arbeiðsgleði og gøðskuna í tænastuni, sum starvsfólki veitir.

Jóhan Carl Dam

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad