Lýsing

Góði veljari

Í kvøld bórust tíðindi frá umboðum hjá arbeiðsgevarunum. Teir heittu á politisku skipanina um at gera eina skattanýskipan, og hartil skutu hesi upp at innføra brúkaragjald. Brúkaragjøld hava fyrr spøkt undir borgarligari leiðslu, men hesar ætlanir vunnu tá tíbetur ikki frama. Men góði veljari, tak ikki feil, tí henda samgonga arbeiðir nógv meiri fyri kapitalin, enn hon arbeiðir fyri meiniga mannin.

Sleppur hendan samgongan til aftur so kann hugsast at brúkaragjøld gerast veruleiki. Tá kunnu vit rokna við at brúkaragjøld verða innførd á vælferðartænastur og tá verður gjógvin millum rík og fátøk uppaftur størri.

Allir borgarar hava stundum tørv á at fáa ymiskar tænastur, sum t.d. at fara til lækna. Verður tað kanska fyri læknavitjanir, at teir “borgarligu” leggja fyrstu gjøldini á, um so er at teir sleppa til valdið aftur ? Ella verður tað kanska fyri at barn títt kann fáa undirvísing og sleppa at ganga í skúla at fyrsta brúkaragjaldið fellur ?

Okkum tørvar er at hava eitt gott samhaldsfast samfelag, har øll bera byrðarnar eftir evnum. Brúkaragjøld tæna ikki teimum fátøku, men teimum ríku. At geva skattalætta við einari hond og taka innaftur við brúkaragjøldum við hinari hondini, ger at munurin millum stættirnar gerst størri og vit fáa eitt enn ójavnari samfelag.

Jóhan Carl Dam.

Valevni fyri Tjóðveldi.

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad