Lýsing

Gott arbeiðsumhvørvi og eitt endurstovnað Arbeiðseftirlit

Eg meti meg hava hjartamál, sum kunnu gagna samfelagnum sum heild, tí stilli eg upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

Eitt hjartamál er trygd og heilsa á føroysku arbeiðsplássunum. Rætturin hjá einum og hvørjum løntakara í Føroyum, til at koma eins frískur heim frá arbeiði, sum tá viðkomandi fór til arbeiðis, er fyri mær, og fyri Tjóðveldi, sjálvsagdur. Hetta fevnir bæði likamligu og sálarligu arbeiðsheilsu.

Arbeiðsumhvørvislógin, ið skal gera hetta gjørligt, varð samtykt í ár 2000. Myndugleikin, sum við leiðbeining, ráðgeving og eftirliti, skal tryggja, at lógin verður sett í verk og fylgd, er Arbeiðseftirlitið.

Seinastu nógvu árini hevur tað góða arbeiðsumhvørvið havt sera ring kor at mennast undir. At síggja til hava ávikavist Fólkaflokkurin, og seinnu árini Sambandsflokkurin, nærum tilætlað lagt økið í oyði, meðan hesir flokkarnir hava havt ábyrgdina av Vinnumálaráðnum. Frá 2007 – 2011 varð (alt ov lítla) fíggjarlógarjáttanin til Arbeiðseftirlitið skerd við 2 milliónum krónum, frá 5 milliónum krónum, heilt niður á 2.9 milliónir krónur.

Í 2011 var skerjingin so ógvuslig, at neyðugt varð at siga helvtina av starvsfólkunum út starvi. Harumframt varð Arbeiðseftirlitið niðurlagt sum sjálvstøðugur stovnur, og leivdirnar lagdar undir ein annan stovn.

Sjálv samanleggingin er helst tann løgnasta vit hava sæð. Uttan ávaring ella kanningar, varð Arbeiðseftirlitið lagt undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum áðrenn samanleggingina (hetta) fekst við matvørutrygd, djóraheilsu og kanningarstovuvirksemi.

Samanleggingin av hesum báðum stovnunum skyldast bara, at báðir hoyrdu undir Vinnumálaráðið og hildu til í sama bygningi. Logikkurin er ræðandi, og sigur ikki lítið um virðingina hjá hesum flokkum fyri trygd og heilsu á arbeiðsmarknaðinum.

Verið eg valdur á ting fyri Tjóðveldi, fari eg at virka fyri, at arbeiðsumhvørvisøkið fær ta politisku og fíggjarligu raðfesting, sum tørvur er á. Ein komandi samgonga eigur at tryggja, at Arbeiðseftirlitið beinanvegin verður endurstovnað sum ein sjálvstøðugur almennur stovnur við egnum stjóra og einari munandi øktari játtan.
Hesin stovnurin eigur síðani at ganga á odda fyri at menna eitt gott og trygt føroyskt arbeiðsumhvørvi.

Minni kunnu vit ikki bjóða arbeiðstakarunum í Føroyum.

Jóhan Carl Dam
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad