Lýsing

Opinleiki og gjøgnumskygni skulu fáa ítøkiligt innihald

Um veljarin aftur kann hava álit á politisku skipanini og fáa virðing fyri henni, so mugu átøk gerast. Tað er neyðugt at opinleiki og gjøgnumskygni, ikki bert eru hent orð uppundir val, men fáa eitt ítøkiligt innihald eftir valið. Opinleiki og gjøgnumskygni skal gerst partur av tí politikki, sum nýggj stjórn skal føra og síggjast aftur í lógarsmíðinum á tingi.

Lóg skal samtykjast, sum ásettur, at øll landsstýrisfólk skulu upplýsa hvørji teirra privatu áhugamál eru. Hetta kann vera hvar tey eiga partabrøv, hvar tey hava limaskap og hvørjar nevndarsessir tey sita í. Alt hetta skal veljarin hava møguleika at síggja. Sum nú er ber til at illgita landsstýrisfólk fyri virka fyri sær og sínum  heldur enn allari fjøldini. Læt okkum beina hendan ivan burtur.

Lóg skal gerast um at politiski stuðulin til flokkar, sum eru størri enn ávísa upphædd, skal somuleiðis upplýsast. Hetta skal veljarin eisini kunna  fáa innlit í. Aftur í hesum førum kunnu flokkar illgitast fyri at standa í “takkarskuld” til ávís áhugamál. Læt okkum eisini her beina ivan burtur.

Virkast skal fyri, at til ber til hjá veljarum, at fáa lutvíst innlit í nevndarviðgerðir. Eitt nú tá hoyringar eru frammi í nevndum har serfrøðingar leggja fram og svara spurningum. Her kundi heilt víst verðið áhugavert hjá veljarum, at fingið innlit í hetta faktiska grundarlag sum ein viðgerð byggir á.

Ein varskógvaraskipan skal skipast við lóg. Hetta skal fremjast fyri at fólk sum arbeiða í almenna geiranum kunnu fráboða møguligt óreglusemi. Hetta skal kunna gerast trygga hátt og uttan at revsiatgerðir vera vendar í móti varskógvaranum. Læt okkum gera tað lagaligt, at fáa alt hugsandi óreglusemi í almennu umsitingini fram.

Arbeiðast skal fram ímóti at broyta lógina um alment innlit. Lógin skal venda soleiðis, at alt sum innlit fæst í skuldi verði tøkt at sæð hjá veljaranum. Sum lógin vendir nú, so er verður alt hildið innanhýsis og kemur ein linnlitsumbøn so skal fyrst viðgerast. Við eini broyting var innlit skjótari og helst umsitingarliga lættari.

Føgru orðini opinleiki og gjøgnumskygni skulu fáa eitt innihald. Hetta er alneyðugt fyri at endurreisa álitið á politisku skipanina. Vit skulu í næsta valskeiði í arbeiðshandskarnar og fremja hetta í verki.

 

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad