Lýsing

Nýhugsaðar skipanir styrkja samfelagið

Fyri at Føroyar skulu mennast til javnbjóðis at kappast við onnur lond, skulu vit seta fokus á skapandi evni hjá øllum borgarunum í hesum landi. Hettar skal gerast í barnagarði, í skúla, í vinnuni, ja, í arbeiðslívinum sum heild.

 

At hugsa kreativt og finna nýhugsaðar loysnir eru gávur, sum vit hava íborið. Eins og aðrar gávur vit hava fingið, skulu hesar hjúklast um og mennast. Síðani er tað upp til samfelagið, politisku skipanina at leggja dent á hesi evni í øllum lutum í samfelagnum.

 

Fyri at koma okkum framá, mugu vit styrkja skúlaskipanina, so lærugreinar sum menna okkara kreativu evni styrkjast. Í arbeiðslívinum skal bera til at royna nýskapandi loysnir og møguleikin at granska skal styrkjast.

 

Í einum lítlum landi sum í Føroyum er lætt at royna nýggjar skipanir á flest øllum økjum. Eisini er møguleiki at bjóða fram slíkar loysnir til onnur lond og harvið útflyta vitan.

 

Føroyar eru eitt upplagt land, í røttu støddini og landafrøðiliga avmarkað, at royna nýggjar skipanir, men tað má frá politiskari síðu leggjast dentur á royndarverkætlanir og nýhugsan sum grundleggjandi tilfeingi.

 

Sjálvandi hava vit førleikar, dirvi og áræði at seta sjóneykuna á hetta økið, sum skal framtíðartryggja okkum sum tjóð.

 

Vit hava í dag hópin av fólki, sum kunnu menna nýggjar skipanir, og um vit leggja dent á økið í komandi tíðum, so fer komandi ættarlið at vera enn betur fyri.

 

Við at seta sjóneykuna á okkara komandi borgarar og á, hvørjir førleikar eru neyðugir, tá tey einaferð skulu ráða í Føroyum, framtíðartryggja vit Føroyar.

 

Nýhugsaðar loysnir í vinnuni,  skúlaverkinum, heilsuverkinum og aðrastaðni við, eru saman við íblástri uttaneftir og grundleggjandi førleikum hjá okkum sum tjóð, bestu boð uppá tryggan og haldføran búskap í Føroyum– eitt trygt og gott samfelag fyri okkum øll.

 

Hetta loysa vit saman

 

Katrin Kallsberg
Tjóðveldi

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad