Lýsing

VERKAFÓLKIÐ, ARBEIÐSUMHVØRVIÐ OG TEY ELDRU SKULU HAVA RØDD OG RÚMD Í KOMMUNUNI️

Tey flestu kenna Jóhan Carl Dam. Hann hevur stríðst sum verkamaður í Havn alt sítt lív, og starvast í løtuni sum maskinførari á tyrvingarplássinum hjá Tórshavnar Kommunu. Jóhan Carl er fakfelagsmaður um ein háls og hevur verið nevndarlimir í Havnar Arbeiðarafelag og arbeitt fyri rættindum hjá verkafólki. Hann hevur eisini í mong ár gingið undan at betra um arbeiðsumhvørvið og trygd á arbeiðsplássunum, og er limur í Arbeiðsumhvørvisráðnum.
Jóhan Carl er Havnarmaður og gongur við lív og sál upp í alt, sum kann menna kommununa og tað fólk, ið her býr. Hann er HB-ari og Liverpoolari og var ein av fremstu fótbóltsdómarum í Føroyum.

VERKAFÓLKIÐ EIGUR RÆTTIN

“Eg stilli upp til Býráðsvalið fyri Tjóðveldi, tí eg serliga vil berjast fyri verkafólkinum í kommununi og teimum familjum við vanligum og lágum inntøkum, sum hava bygt og byggja henda býin og bygdirnar, ið eru komnar afturat. Eg vil, at kommunan skal ganga undan við at betra um rættindi hjá verkafólkinum, tímaløntum og útvega góðar bústaðarmøguleikar, sum fólk kunnu gjalda og trívast í. Kommunan skal eisini seta arbeiðsumhvørvið og trygd á arbeiðsplássunum á politiska kortið, har høg mál, útbúgving og eftirlit við arbeiðsumhvørvinum kann fyribyrgja skaðum, vanlukkum og niðurslíting av arbeiðsfólki. Eg vil eisini vera røddin hjá eldra ættarliðunum í kommununi.”

ARBEIÐSUMHVØRVIÐ, TILFLYTARAR, SKILJA RUSK OG GAMLA ELLISHEIMIÐ

Míni høvuðsmál eru:
– At øll, sum starvast hjá kommununi og á privatum og almennum arbeiðsplássum skulu hava rættindi, vegleiðing og fastar mannagongdir fyri at skapa eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvi.
– Tey, sum starvast á ellis- og røktarøkinum skulu hava tól og amboð, ið kunnu fyribyrgja tungum lyftum og niðurslíting.
– Sálarliga arbeiðsumhvørvið skal somuleiðis á kommunalu dagsskránna.
– Rættindi og umstøður hjá tilflytarum í kommununi skulu betrast, og sáttmálar skulu galda fyri øll útlendsk arbeiðsfólk eins og tey skulu læra mál og hava umstøður til integrasjón.
– Vit skulu skilja ruskið og verða ein veruliga grøn kommuna, eisini tá ið ræður um burturkast og endurnýtslu.
– Bústaðarmøguleikar hjá vanligum og lágløntum familjum skulu byggjast, so fólk hava eitt veruligt val um at eiga, leiga ella eiga lut í sínum egna bústaði.
– Umstøðurnar hjá eldri í kommununi skulu standa fremst.
Tað upprunaliga Ellisheimið og umlættingarheimið hjá kommununi skal setast í stand og nútímansgerast.

 

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad