Lýsing

Hví velja meg?

Tí eg vil gera mítt fyri at útinna ein grønan og umhvørvis vinarligan politikk í Tórshavnar Kommunu, uttan at skapa samfelagsligan ójavnvág.

Kjakið um at brúka eitt hægri orku avgjald, sum amoðl til at gerast eitt meira burðardygt samfelag, gevur sær eftir øllum at døma, ikki far um samfelagssliga ójavnleikan, sum hetta kann elva til. Tað er umráðandi at føra ein sosialt javnvágis politikk, sum ikki stillar láginntøku bólkar í samfelagnum í eina ómøguliga støðu. Atlit má takast fyri, at lág- og miðal lønt ikki hava somu fortreytir, at skifta olju-, og gass nýtslu út við sól, vind, vatn og jarðhita. Skiftið til grønar loysnir má ikki skapa ójavnvág í mun til tryggingar avgjøld og orku avgjøld.
Retoriskt kann mann eisini spyrja, hvørjir samfelagsbólkar, eftir øllum sannlíkindum, keypa flestu flogferðaseðlar. Flogferðslan dálkar ófatiligt við sínum CO2 útláti.

 

Visjónin er, at øll taka taka lut í at skapa lunnar fyri eini góðari og burðardyggari tilveru. Motivatiónin hjá borgarnum er avgerandi fyri um skiftið til grønar loysnir eydnast. Atferð er ikki løtt at broyta, og krevur áhaldandi innsats og kunning, um hví tað er umráðandi, at gera tingini øðrvísi, enn vant. Tað snýr seg fyrst og fremst um at menna hugburðin og tilvitið um, hvat skaðar umhvørvi. Vit kunnu øll – bæði privat húsarhald og arbeiðsmarknaðurin, gerast betri til at keypa burðardygg merkir, eta vistfrøðiligt og grønt, brúka súkkluna og koma undan at brúka einnýtis borðbúnað, plastikkposar, óneyðugt pakkitilfar, og í høvuðsheitum avmarka oyðsl og orkunýtsluna.

 

Tórshavnar Kommuna skal veita betri skipanir til at skilja rusk, so burturkast kann endurnýtast. Og hetta stillar aftur krav um at fremja betri endurnýtslu skipanir í Tórshavnar kommunu. Kommunan eigur eisini at stimbra og stuðla fyritøkum til at at gagnnýta alt tilfeingið. Eitt orðatak var, ”Ull er Føroya gull”. Fleiri tons av seyða ull verður brent hvørt ár, hóast ull væl kundi verið framleitt til ullteppir, pútur ella okkurt triðja. Høvdavirkið gekk á odda við hugsjónini og um at gagnnýta og virðisøkja størri partar av fiska rávøruni, eisini hava teir undirskrivað fjarhita sáttmála við IRF. Kommunan eigur at stimbra  íverksetarum í at velja burðardyggar og nýskapandi verkætlanir til frama fyri føroyska búskapin.

Meðan onkur tosar um fleiri parkeringspláss í miðbýnum, tosa onnur fyri einum grønari miðbýi við plantuvøkstri, saman við spæliøkjum, sum manglar í Tórshavnar kommunu.

Saman, og uttan at skapa ójavnvág, skulu vit tryggja núverandi og komandi ættarliðinum eitt burðardygt umhvørvið.

 

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad