Lýsing

Hví velja meg?

Tí eg fari at arbeiða fyri at tryggja at borgara á røktar- og ellisheimum fáa bjóðað eitt virðuligt og innihaldsríkt gerandislív!

Eldraøki er hjarta í vælferðarsamfelagnum. Okkara eldru hava bygt lunnar fyri hesum vælferðarsamfelagið, sum vit nýta ágóðan av í dag. Tey eldru hava tí sjálvsagt rætt til eina heildartænastu, sum fevnir um røkt og umsorgan, ið tryggjar teimum trivnað, lívsgóðsku, vælveru, og menning av virkisførleikanum.
Eldraøki hevur ikki altíð verið handfari líka væl. Stórar sparingar hava verið framdar, og starvsfólk kenna ofta, at tey standa í eini fakligari og etiskari tvístøðu, har tey ikki megna at liva fult upp til kjarnuuppgávuna. Starvsfólkanormering má og skal samsvara við røktar- og viðgerðartyngdini.

Tórshavnar kommuna skal eisini gerast betri til at skapa samstarv, samskiftið og fortreytir til tess at stimbra sjálvbodna arbeiðinum á økinum. Oftani savnar sjálvbodna arbeiðið seg um at skapa lívsgleði, trivnað og felagsskap fyri tann eldra.Tey eldru hava tørv á at blíva stimbraði sálarligt og sosialt, umvegis, eitt nú, handaligum og mentunarligum tilboðum.

Starvsfólkanormering á røktar- og ellisheimum má og skal samsvara við røktar- og viðgerðartyngdini, og sjálvbodna arbeiðið á økinum, eigur at vera styrkt og samskipað betri til gangs fyri borgara, starvsfólk og hin sjálvbodna.

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad