Lýsing

Hví velja meg?

Tí eg vil arbeiða fyri at menna integrasjónstiltøk, og herundir opin og tvørmentaði arbeiðspláss til gagns fyri tilflytarar og okkum. Tórshavnar kommuna skal vera ein fjølbroytt kommuna!

Talið á tilflytarum er økt seinasta tíðina. Vit hava tilflytarabólkar frá vest- og eystevropa, suður- og miðamerika, Thailandi, Fhilipsoyggjunum, Miðeystri osfr. Tí er umráðandi at tryggja, at tilflytarar fáa nøktandi integrasjónstilboð. Eftir øllum at døma vanta vit framvegis arbeiðsfremjandi tiltøk. Fleiri av okkara tilflytarum hava handverksútbúgving ella miðallanga útbúgving. Men teirra førleikapotentialið verður ikki fullnýtt, vegna vantandi viðurkenning av teirra førleikaprógvi. Hetta kann, fyri tilflytaran, kennast óvirðiligt og tungt. Tilknýtið til arbeiðsmarknaðin er  umráðandi fyri eina væleydnaða integrasjón.

Tórshavanr kommuna eigur at skunda undir landsmynduleikar um at fáa hesar útbúgvingar mettar og virðissettar, so man kann áseta, hvørjar starvsroyndir og supplerand skeið, viðkomandi skal taka fyri at prógvið kann brúkast heilt ella partvíst. Kommunan skal eisini ganga á odda, fyri at tryggja, at arbeiðspláss vísa opinleika og bjóða tilflytarum starvsroyndir. Sum heild skal Tórshavnar kommuna tryggja at málskeið, ráðgeving og stuðul verður veittur tilflytarum, so tey kunnu finna seg til rættis skjótt í tilgongdini.

Fáa tilflytarar ikki ikki førleikasvarandi avbjóðingar og ábyrgd, so er vandi fyri at tey kenna seg marginaliseraði av órøttum.

Jóhan Carl Dam

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad