Lýsing

Skotar hava vunnið rættin til at stjórna sær sjálvum

Sekstiátta ár eftir føroysku fólkaatkvøðuna, 
sum sambandsflokkarnir skipaðu fyri og lupu 
frá hin 14. sept. 1946, leita skotar sær nú til 
valborðini hin 18. sept. 2014 í somu ørindum.
 
Vit kenna teir best gyrdar við kilti um lendarnar blásandi í sekkjapípur sum høgt undirhaldsvirðið á ymsum samkomum.
 
Men eingin ivi er um, at nógvur álvari hevur ligið í búnað og tónleiki upp gjøgnum tíðirnar, tá barst hevur verið fyri rættinum til egið lív í egnum landi.
 
Nógv blóð er flotið, og nógvur órættur hevur valdað øll hesi mongu ár, men nú sæst so fyri einum enda á hesum stríði. 
 
Skotar skrivað sína parlamentarisku søgu heilt aftur til 1235, og vóru teir sínir egnu fram til 1. mai 1707, tá ið lagt varð saman við bretum undir heitinum Kongsveldi Stórabretlands.
 
Teir vóru síðani stýrdir úr London fram til 1999, tá ið teir fingu endurreist sítt egna parlament eftir eini fólkaatkvøðu 11. sept. 1997. 
 
Skotski tjóðskaparflokkurin, Scottish National Party, SNP, gjørdist stórsti flokkur á valinum í 2007, og fekk reinan meiriluta á tingi fýra ár seinni við 69 av 129 tingmonnum.
 
SNP er umboðaður í bretska undirhúsinum og evropaparlamentinum, og so sjálvandi eisini í Holyrood, har skotska parlamentið húsast. 
 
Skotar hava nú vunnið rættin til at stjórna sær sjálvum, siga skotar, nú teir fara til valborðini 18. sept. 2014. 
 
Fýra dagar og sekstiátta ár eftir føroysku fólkaatkvøðuna, sum sambandsflokkarnir skipaðu fyri og lupu frá hin 14. sept. 1946, leita skotar sær nú til valborðini at taka støðu til skotskt fullveldið, og verður hetta tað nærmasta, vit føroyingar koma einum blaðungum nýskipaðum fullveldi í okkara tíð.
 
Runnir úr somu rót, hava føroyingar, sum eru næstu grannar skota, kortini lítið og einki politiskt samband havt við upphav teirra fyri sunnan. 
 
Framkomin gransking í ílegunum sigur okkum, at føroysku kvinnurnar í stóran mun koma haðani, meðan føroyskir menn hava fleiri ílegur úr skandinavisku londunum.
 
Skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, lovaði eina fólkaatkvøðu á seinasta parlamentsvalivalið, og nú flokkurin fekk reinan meiriluta á tingi verður henda fóllkaatkvøða ein veruleiki. 
 
Stóra Bretland gerst Lítla Bretland
Gongur fólkaatkvøðan skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, til vildar, missir Stóra Bretland ein stóran og týðandi part av landa- og havøki sínum. Tað sum eftiri er, skulu vit kalla tað Lítla Bretland, fer tá bert at vera ein viðfáningur av hinum fyrr so kenda stórveldinum sunnanfyri okkum.
 
Eftiri verður tá bert hitt kenda kvæðið úr gomlum døgum: ”Rule Britannia, Britannia rule the waves…” og er GB tá endaliga farið í søguna sum heimsveldið.
 
Avtalan um, at so skal verða, varð skjalfest í okt. 2012, og eru partarnir nú av álvara farnir undir at hvessa sær sjónarmiðini fyri og ímóti fullveldinum.
 
Hvussu skotski og bretski gerandisdagurin so sær út dagin eftir fólkaatkvøðuna fáa vit at síggja, men avtalað er, at bæði bretar og skotar fara at fylgja fólksins rødd tann 18. sept. í ár, tá ið fólkaatkvøðan verður hildin.
 
Spurningurin, ið støða skal takast til er stuttur og greiður. “Vilt tú, at Skotland gerst fullveldi? – ja, ella nei.”
 
Allir skotar niður í sekstan ára aldur, búsitandi í Skotlandi og oyggjunum uttanfyri, men ikki skotar búsitandi í Bretlandi, fara nú at taka støðu til henda spurning.
 
Eins og gjørt varð í Føroyum, so hava skotar eisini skrivað eina Hvítbók um gongdina fram ímóti fullveldi.
 
Drotningin, Elisabeth II, verður monarkur, Bank of England sentralbanki, og bretska pundið verður valuti.
 
Eisini er ætlanin framhaldandi at vera partur av EU, og roknað verður við, at einar níti skotskar ambassadur og konsulát verða latin upp kring heimin.
 
Roknað verður við framhaldandi stórum inntøkum frá olju og gassi úr keldunum norðanfyri Skotland og vestan fyri Hetland, har 90% av bretsku ráevniskeldunum nú koma at liggja í skotskum sjóøki.
 
Í verju – og trygdarpolitiskum høpi er framvegis ætlanin at vera partur av NATO, men við egnari trygdartænastu. 
 
Hinvegin, er ikki ætlanin longur at leggja rygg til stóru atomvápnagoymslurnar, sum bretar hava liggjandi umborð á kavbátum í skotskum øki.
 
Bleytu virðini týðandi táttur í frælsisstríðnum
Nógv umrøða hevur verið um bleytu virðini, og er ætlanin at kollvelta fleiri av verandi skipanum. Ma. verður miðað eftir, at trý- fýra ára gomul børn fáa tríati tíma barnaansing um vikuna, ella 1140 tímar um árið, so at kvinnurnar sleppa út á arbeiðsmarknaðin.
 
Konservativu sjónarmiðini siga hinvegin, at kvinnurnar skulu vera heima og ansa børnunum, tí at kostnaðurin fyri barnaansing er alt ov høgur.
 
Meðan brúkaragjøld eru løgd á víðari útbúgvingar við úti við 100.000 kr. um árið, lovar SNP nú kostnaðarleysar útbúgvingar framyvir.
 
Frælsið skal brúkast til at styrkja og kollvelta sosial- og útbúgvingarpolitikkin hjá bretum, siga stríðsfúsir og víðskygdir skotar, nú teir ætlað sær at taka ræðið í egnum landi.
 
Sambandsflokkarnir sita í andróðri og royna at doyva gyltu ætlanirnar hjá frælsisrørsluni, og dyrgir afturhaldið soleiðis eisini her eftir sínum atkvøðum. 
 
Sagt verður ma., at eitt frælst Skotland fær eitt búskaparhol upp á 1,9% av BTÚ, og at hetta fer at elva til stórar fíggjarpolitiskar skerjingar og skattahækkingar.
 
Hinvegin verður ført fram, at Skotland gerst eitt nýtt oljunoregi, sum í sosialpolitiskum ljósið harafturat gerst nógv javnari og betri enn tað samfelag, sum í dag verður stýrt úr Westminster í London.
 
Skilligt er, at umráðandi er at hvessa sjónarmiðini, hvør hjá øðrum, meðan ein veruleikin er, at nógv av faktisku viðurskiftunum ikki eru kend til fulnar fyrrenn aftan á fleiri samráðingarumfør við viðkomandi partar.
 
Stríðið um Skotland stendur í hægsta blóma, og ikki er tað sørt, at vit, næstu grannar teirra, kenna fleiri av sjónarmiðunum aftur frá okkara fullveldistíð, sum tíverri ikki bar á mál í tí umfarinum.
 
Vinstra- og høgravend sjónarmið
Skotar liggja longur til vinstru enn bretar annars, og teir eru ikki serliga væl nøgdir við høgravendu stjórnirnar í Westminster. Stóru skerjingarnar og áhaldandi ágangurin móti EU hóvar teimum ikki.
 
Frælslyntir skotar eru sannførdir um, at tað finst ein valkostur til ta høgravendu neoliberalu kósina, sum  høgra- og fyri so vítt eisini vinstravenda síðan í Westminster stendur fyri.
 
Á sambandssíðuni, bæði í Holyrood og Westminster, halda Labour, Liberaldemokratar og Konservativir, at Ongland, Wales og Norðurírland standa sterkari, standa tey saman, og at Skotland gerst fátækari og veikari, um fólkaatkvøðan gerst veruleiki.
 
Meðan skotar taka tað sum eina sjálvfylgju, so sigur Westminster seg als ikki hava góðtikið, at Skotland fer avstað við oljukeldunum í Norðsjónum.
 
Skotland fekk heimastýrið við nógvum desentraliseringum, meðan Tony Blair sat sum forsætismálaráðharri, og um tvey ár fær skotska heimastýrið eisini víðkaðar heimildir til at taka upp lán og krevja upp skatt.
 
Men- hesum bíta skotar ikki á. Eingin ivi er um, at teir saktans fóta sær, um teir vilja tað sjálvir, hóast nógv tjak framvegis er um, hvussu búskaparligu útlitini eru, grundað ma. á Hvítubók teirra og grundað á búskaparfrágreiðingina frá IFS, Institute for Fiscal Studies.
 
Føroyingar mistu tíverri sín gylta fólkaræðisliga møguleika av hondum eitt andarhald fyri tíggju árum síðan, men fara teir vónandi sum skjótast at taka upp annan tátt og at vinna landi og fólki virðilig og mannsømulig kor – og tað er ongantíð ov skjótt at taka upp henda tátt aftur.
 
Nú Vinnunevndin hevur verið í Kina og hugt eftir, um Múrurin er í seyðhøgum standi, var tað hugsandi, at Uttanlandsnevndin leitaði sær til Skotlands, og har sannførdi seg um, at fullveldisstríðið í Skotlandi og í Føroyum eru tvær alin av somu longd.
 
Hergeir Nielsen
 
 
 
Skotar fara at ogna sær egið land og alt tað myrkablátt litaða havið kring Skotland.
               BBC Scotland news
 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad