Lýsing

At byrja eitt kríggj

Og rætt hevði hann.
 

Eitt ljótt óvirðiligt kavrotið späl fór fram fyri at ösa upp almenningin og politiska landslagið, so at undirtöka fekst fyri at loypa á Irak og í hesum sambandi drepa fleiri hundraðtúsund fólk og elva til störstu humaniteru katastrofuna í okkara tíð.

Teir neokonservativu vildu hava kríggj fyri ein og hvönn prís, sigur Paul Pillar, CIA-sjefur í Miðeystri 2000-2005, og öll skjöl, ið framleidd vóru á heysti 2002, vóru skrivaði við tí endamáli at ávirka politiska landslagið og almenningin til at farast skuldi i kríggj.

Lawrence Wilkerson, stabssjefur hjá Colin Powell 2002-2005, sigur, at umráðandi var at finna so nógvar sameindar sum gjörligt, sjálvt um lítil megi var í teimum.
 

Tað var talið, ið taldi, og Danmark var eitt landið, ið lat seg lokkað. Landið var blivið orðförandi í EU í juli 2002 og í stórlätispolitiskum ovfarakätið upplagt at brúka sum ovfarin hentur idotur, og tað gekk upp á stás.

Anders Fog Rasmussen bar alt fram fyri fólkatinginum, sum Bush, Cheney, Rumsfield og aðrir högravendir heykar í USA tugdu niður í hann.
 

Lawrence Wilkerson stabssjefurin hjá Colin Powell sigur seg í dag iðra seg álvarsliga um, at hann ikki legði frá sär, tá hann fann út av, hvör fjalda dagsskráin var, tí so hevði hann havt eitt betri lív í dag.

08.11. 2002 samtykti ST-trygdarráðið resolutión 1441 um at avvápna Irak og lata ST-inspektörar kannað hópoyðingargoymslurnar hjá Saddam Hussein.
 

18.11. 2002 koma kanningarmenn aftur og hövdu einki funnið. Svenski diplomaturin, Hans Blix, bað um 2 mánaðir afturat, so hann kundi gera arbeiðið liðugt, men tað var eitt tvört nei, tí at krígsmaskinan hjá Bush, Blair og Fog longu var komin upp í snúningar niðri í Golfinum.
 

Teir hövdu vónað, at Sadam Hussein segði nei til kanningarmenninar, Hans Blix og hansara menn, men so var ikki. Har var gott samstarv, og ter vóru meiri enn välkomnir at kanna hópoyðingargoymslurnar har, tí har vóru jú ongar.

07 03. 2003 sigur Blix, at har vóru eingi hópoyðingarvápn at finna, og bað fleiri ferðir um + 2 mánaðir, har hann í góðum samstarvi við irakar kundi gera seg liðnan, men nei.

Krígsbrotsmenninir hövdu longu trýst á startknöttarnar á teimum tungu dielsemotorunum á hangarskipunum í Flógvanum, og jetflogförini flugu sum lundatorvur út og inn úr berginum.

Bush, Blair og Fog vóru farnir at óttast fyri, at teir fóru ikki at finna nakra rúkandi pistól hjá Sadam Hussein, og tí var umráðandi at herja á, meðan sjóarfallið lá rätta vegin.

Fyri at töla kongressina, undirhúsið og fólkatingið vístu teir allir til skriv hjá hvörjum öðrum, blaðskriving og keldur, enntá úr Afrika, um framleiðslu av hópoyðingarvápnum.

Alt kolasvartar lygnir.

Sir Christopher Meyer, bretskur ambassadörur í USA 1997-2003, og Michael Smith, journalistur í verjumálum á Daily Telegraph 2000-2005, hövdu gott innlit í málsgongdina, og siga nú somu syndarligu söguna, sum fleri onnur siga.

Trongdin til at sleppa í kríggj lá omanfyri alt vit og skil, og lygnir og konstruktiónir av öllum verðsins slag flugu landanna millum, so at fólkslig og fólkaräðislig undirtöka fekst fyri hesum kríggi.

28. 01. 2003 var Bush enntá so fúlur, at hann billaði kongressini inn, at nú var at skunda sär at loypa á Irak, tí Sadam Hussein var farin undir at fyrireika eitt álop á USA.

Eisini kolasvört lygn.

18.03.2003 Í Föroyum lögdu Tjóðveldi, Sambandið, Javnaðar- og Sjálvstýrisflokkurin fram og fingu samtykt uppskot um, at öll tiltök móti Irak skuldu góðkennast av ST, og at lögmaður skuldi boðað ST frá hesi stöðu.

Teir neokonservativu í fólkaflokkinum tóku ikki undir við hesum uppskoti, og ivasamt man vera, um nökur fráboðan nakrantíð kom vegin fram.

 

Men hvat bilar tað, um man kann gráta við öðrum eyganum, og läða við hinum.

Harmast um holocoust ein dagin, og slakta hundratúsundtals fólk annan dagin.

Syndarligi endin á hesum máli gjördist eitt drúgvt kríggj, sum ST hevur skrásett sum tað störstu humaniteru katastrofuna í okkara tíð, og sum kostaði fleiri hundrað túsund fólkum lívið.

 

Men hetta fólkamorðið kemur ikki inn á talvuna hjá teimum frelstu í andanum, og tað verður bara tagt burtur.

Kríggið var ólógligt, tað bygdi á lygn og latín og danski ríkisfelagsskapurin var ein slóðarin fyri hesi brotsger móti mannaättini, sum kostaði fleiri hundraðtúsund fólkum lívið, og sum sambärt ST verður roknað sum största humanitera katastrofan í okkara tíð.

Ungi maðurin, sum oysti reyðu málingapösina oman eftir herðablöðunum á forsätismálaráðharranum hevði grein í sínum máli, tá hann rópti: “Tú hevur blóðdálkaðar hendur.”

 

Og Anders Fog Rasmussen spälir framvegis cowboy, og kann enn eina fer elva til, at kríggj brestur á, hesafer millum stórveldini, sum hann á sínum hjálparleysa götuenska máli roynir at reka saman í ein störri bardaga um Ukraina.

 

Sami maður, sum hevur skotið upp ein almennan holocaustdag í Danmark, kann nú elva til enn eina dáragerð, ið krevur enn eina grundgeving fyri enn einum degi av sama slag. Jú fleiri dáragerðir, jú störri törv á at fjala hesar.

 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad