Lýsing

Tá fulltiknir spekulantar tráddu dansin saman við glaðum amatørum

Tað var Montgomery generalur, sum undir øðrum heimsbardaga kom eftir, at í herðinum hjá honum vóru fýra sløg av offiserum,

 

– teir gávuríki og dovnu,
– teir gávuríku og arbeiðssomu,
– teir býttu og dovnu, og
– teir býttu og arbeiðssomu.

 

Brúk var fyri teimum gávuríku og dovnu í flestu leiðandi størvum.

Haðani komu teir við tí víðskygda yvirlitinum.

 

 

Eisini var brúk fyri teimum gávuríku og arbeiðssomu.

Teir gjørdust næsta liðið og gjørdu alt tað, sum teir omanfyri ikki tímdu at gera.

 

Teir býttu og dovnu vóru sjálvur ryggurin í allari skipanini.

Teir gjørdu ongan skaða, tí teir gjørdu bara tað, sum hinir søgdu.

 

Hinvegin, so var einki mark fyri, hvørjar ólukkur teir býttu og arbeiðssomu kundu gera.

 

Teir vóru ein vandi fyri alla skipanina og áttu at fáa sekkin – ongantíð ov skjótt.

 

Tað er ikki heilt av leið at bera saman herðin hjá Montgomery við politisku skipanina her hjá okkum.

 

Hvar vit flokka hesar ymsu bólkarnar, kunnu ymsar meiningar vera um, men eingin ivi er um, at skilaleysari framfer í føroyskum politikki, so sum vit hava sæð tað yvir várið og summarið, skulu vit leita leingi eftir.

 

Fulltiknir spekulantar hava lokkað arbeiðssomu umboð okkara úti í Tinganesi heilt á og út av eggini. Kjarrgalnir hava teir í fallinum herjað á tingsins skipanir og slept øllum fólkaræðisligum mannagongdum fyri at tæna tí óupplýsta peningavaldinum.

Herjað varð á tær mest grundleggjandi ásetingarnar í tingskipanini um talufrælsi, innlit og ábyrgd.

 

Barnalærdómurin á tingi um, at eingin skuldi standa til svars uttantings fyri tað hann segði innantings, varð sópaður av borðinum, og fyri at tæna endamálinum var tað so galið, at fleiri hildu tað vera beinleiðis spennandi at ganga við hesum nýggja kjaftbandinum, teir høvdu fingið, um kinnklovarnar.

 

Eitt var, at teir fulltiknu ætlaðu sær ognarrætt, brúkaragjøld, tagnarskyldu og milliónir úr landsins køssum, men annað og verri var, at ovurfegnu amatørar okkara í Nesinum runnu ørindi teirra.

 

Meðan grammleikin liggur í náttúruni hjá teimum fulltiknu, var tað ræðandi at síggja, at bæði tað politiska og tað umsitingarliga valdið lat seg draga upp á tráð – rættiliga ræðandi.

 

Hesin ótespiligi vellingur varð síðani kryddaður við so nógvum lygnum og so nógvum latíni, sum ongantíð fyrr.

Skelkandi var at ansa eftir, at teir, sum grammastir vóru eftir valdinum, settu sær fyri at bíða eftir, at ein nevnd skuldi siga teimum, hvussu vindandi stórur ørskapurin hevði verið, áðrenn teir søgdu seg kunna taka støðu til møguligar avleiðingar.

Løgtingið er ikki rætta arbeiðsplássið hjá so trongskygdum fólki.
 
Eingin sum helst ivi er um, at teir útspekuleraðu spekulantarnir vistu, hvat teir gjørdu, og teir liggja framvegis framvið, meðan “okkara menn” hvørki høvdu dul ella dreym fyri, hvørjum valdið teir í veruleikanum vóru stýrdir av.

 

Tá fulltiknir proffar innan tað óupplýsta peningavaldið treða dansin saman við glaðum amatørum í Tinganesi, kann alt henda, og tað gjørdi tað so eisini í hesum føri.

 

Hvat er ein milliard – ella tvær, ella tríggjar – millum vinir?

 

Er tað ikki flákrandi líkamikið hvør eigur botnin av Skálafjørðinum?

 

Hví kunnu útlendingar ikki fara avstað við øllum arbeiðinum og øllum vinninginum av landsins stórstu verkætlan nakrantíð?

 

Hvat vanlukkan skulu vit hava alment innlit til?

 

Hví skulu vanligir tingmenn vita, hvat tað teir taka støðu til?

 

Soleiðs ljóðaðu hesir og fleiri aðrir spurningar í slóðini av álopinum á aldagamla fólkaræði okkara.

 

Júst soleiðis sum Oluf Palme orðaði seg um forfallið í fólkaræðinum, um  teir praktisku og lítið hugsandi menninir sluppu fram at valdinum, júst soleiðis upplivdu vit hesa gongdina.

 

Tað, sum vendi upp, vendi niður, og framvegis hoyrast tey, sum við valdinum sita, ætla sær at halda fram í hesum skilaloysi, líka inntil onkur í eini nevnd kann siga teimum, at her er nakað spinnandi galið.

 

Tíbetur fótaðu árvaknir menn úr andstøðuni seg í tøkum tíma og fingu støðga galskapinum, áðrenn kransakøku- og pinnamataherliðini hersettu Løkshøll og har løgdu seg fram eftir grúgvu fyri tí postpolitiska landsstýrismanninum.

 

Tað fyrsta sum undraði mangan mannin var, at uppskotið frá landsstýrismanninum ikki var burturvíst. Í fyrsta lagi av fyrisitingini, síðani av formanskapinum og í triðja lagi av onkrum tingfólki.

Men so var ikki.

Ásetingarnar í Tingskipanini um, hvørjar fíggjarligar kostnaðir uppskotið hevði við sær fyri føroyska samfelagið var løgtinginum óviðkomandi, søgdu teir beinleiðis.

Hesum høvdu gomlu Dongdreingirnir, sum høvdu skrivað uppskotið, betri skil fyri enn Landsverk hevði, og sjálvur bulurin undir eini ábyrgdarfullari tingviðger varð tí á at líta sum ein illa fløktur línustampur.

 

Jú sanniliga var tað syndarligt at síggja, hvussu revarnir róku gæsnar undan sær.

 

Annar kjaftfiskurin til okkara høga ting var, at tað skuldi lóggeva um at nokta alment innlit í stórsta og kostnaðarmiklastu verkætlan í føroyskari søgu ein mansaldur fram.

 

Sjálvandi tí, at so nógvur bruni var í ætlanini, at hon toldi ikki dagsins ljós.

 

Ein triðja, skulu vit siga falløksin, var ein bót til landskassan, um ikki løgtingið veik frá sínum tíðarásetingum og syrgdi fyri at avgreiða málið, áðrenn nakar fekk umrátt seg.
 
Eingin ráðharri í grannalondum okkara hevði livað ein dag í sessinum, um hann hevði funnið upp á dult faktiskar upplýsingar, og haraftur álagt lógevandi tinginum bøtur og tagnarskyldur, um tað ikki skundaði sær at avgreiða málið.

 

Um ein stjórnarleiðari, ið hevði ábyrgdina av einum ráðharra, sum kleyraði oman á tingsins viðtøkum, var samsekur, var stjórnarkreppa beinanvegin.

 

Men soleiðs var tað ikki her hjá okkum, hóast vit við vissu vita, at hann ið skal ansa eftir, at landsstýrismenn umsita málsøki síni á fullgóðan hátt, sjávur var partur av málinum.

 

Her møtti ein  landsstýrismaður á tingi og boðaði frá, at landskassin fekk eina mió. krónur í bót, um ikki løgtingð eftir ásettari tíð hevði samtykt eitt mál, sum tað ikki kendi niður í lumman hjá teimum, sum høvdu skrivað honum uppskotið.

 

Eitt uppskot, sum gav teimum ognarrættin til Skálafjørðin eina hálva øld fram, og gav útlendskum felag alt arbeiðið til eina privata verkætlan, ið kravdi almennan kostnað av tveimum Hvalbiartunlum til íbindingarvegir.

 

Tílík framferð er ókend her á landi, og óhugsandi í grannanlondum okkara.

 

Samfelag okkara er í lóggávuni fyrireikað upp á álop og villleiðingar av hesum slagi.

 

Í  stýrisskipanarlógini er ásett at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt”.

 

Og í lógini um ábyrgd landsstýrismanna er ásett at løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum, og somu avleiðingar standast av at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.
 
Tað verður tí løgtingið, sum hevur skyldu til og noyðist at ruddað upp eftir galskapinum í Tinganesi.

Tað verður løgtingið, sum noyðist at áseta fylgjurnar av ólógligu fyrisitingini í hesum máli.

Tað verður løgtingið, sum noyðist at áseta fylgjurnar av villeiðandi upplýsingunum og loyniligu sáttmálunum í hesum máli.

Tað verður løgtingið, sum noyðist at áseta revsingina fyri hesi og so mong onnur viðurskifti, sum ov drúgvt er at nevna í hesum umfarið.

 

Vi hava hoyrt løgmann fegnast um, at sjálvt andstøðan tekur undir við honum, og tá kann sigast, at tað í minsta lagi er ein, sum einki hevur lært.

 

Um løgtingið ikki ruddar upp í hesum máli, so er løgtingið samsekt í øllum tí hurlivasa, sum her liggur á berajóli.

 

Hergeir Nielsen

 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad