Lýsing

Høpisloysi úteftir og vónloysi inneftir

Hóvastákið av uttanríkispolitisku heimildarlógini var øðiligt og dagliga stríðist politiska skipanin við hesum misfostri.
A,B,C flokkarnir vildu í 2005 vera við, at henda nýggja sambandslógin kom at vinna okkum ein munandi meira sjálvstøðugan og sjónligan leiklut á uttanríkispolitiska pallinum.

Neyðugt var ikki longur at biðja um fulltrú úr Keypmannahavn, tá vit samráddust og gjørdu sáttmálar við onnur lond og millumtjóðafelagsskapir, varð sagt.

Danska uttanríkistænastan skuldi ikki longur luttaka í samráðingunum, tí hesar reglur gjørdu tilgongdina bæði stirvna og tunga, varð lagt afturat.
Lógin stóð sína roynd í Arktiska Ráðnum í fjør og aftur nú um dagarnar, har hvørki Føroyar ella Grønland sluppu til borðs at viðgera síni egnu viðurskifti.

Kongeriget Danmark for så vidt angår visse vasse varð lempað aftur um hurðarbak. Grønlendska landsstýris forkvinnan rýmdi, meðan føroyski løgmaðurin fekk eitt føroyskt pyntiflagg at spæla sær við. So væl royndist henda hálovaða uttanríkispolitiska heimildarlógin.

Í Arktiska Ráðnum sita tey fimm norðurlondini saman við Kanada, USA og Russlandi, og tað eru hesi londini, ið skriva undir semjur teirra millum.
Í eftirmetingini hjá svensku grannskoðanini, sum kom út fáar dagar eftir, at Arktiska Ráðið var farið til hús, verða Føroyar als ikki nevndar. Hvørki sum limaland, ella sum land við rætti til at sita og tosa uppí, ella til at sita og flagga við borðið.

Hvat Danmark ger og skrivar undir saman við Føroyum og Grønlandi eru rein innanhýsis mál hjá dønum, eitt nú hendan fjákuta áheitanin á komandi Kanadiska formansskapin um at víðka donsku umboðanina við Føroyum og Grønlandi.

Hetta er reinur glantrileikur fyri at kyrra grønlendingar, tí Kanada ger ikki einsamalt av, hvussu Arktiska Ráðið verður mannað og skipað.
Føroyingar halda hinvegin væl til standa, nú teir sleppa at vera við í hesum meldrinum, ið grønlendingar hava skapt.

Veðurlagsbroytingarnar eru stórar og serliga í arktiska økinum, har hitin longu er hækkaður tvær ferðir so nógv sum aðrastaðni á jørðini
Arktiska økið er ónomið, viðkvæmt og sárbært, og hagar leita stórveldi, stórkapitalur og ovurstór umhvørvis áhugamál.

Tá Føroyar verða roknaðar sum partur av arktiska økinum, er upplagt, at vit fyri rúmari tíð síðan áttu at havt fóta okkum í hesum samanhangi, men soleiðis er tað bara ikki.

Tøkkina eigur henda láturligu uttanríkispolitisku lógini, sum var eitt enn størri afturstig fyri føroysk rættindi á uttanríkispolitiska økinum, enn ávarað var um frammanundan.

Ein fólkatingsmaður við serligum kunnleika til føroysk viðurskifti visti um dagarnar at siga, at Føroyar nú vóru so illa skølsettar í uttanríkis- og fiskivinnupolitiskum samanhangi, at tær vóru flokkaðar sum ein pariastatur.

Hetta visti hann at siga eftir drúgvum samrøðum saman við útlendskum starvsfeløgum.

Pariastatir eru óskipaðir og leysir av altjóða samfelagnum. Teir verða eisini nevndir “Rogue states” -” Rónaríkið” ella “Bølmannalond,” – har tey fáu tiltuska sær almennu virðini, meðan fjøldin situr við turran munn.

Hesi lond telva seg ofta út í óhepnar støður úteftir, og enda ofta úti í lítið virðiligum altjóða avbyrgingum.
Tað er royndur og politiskt virkin maður, ið kemur út við virðismetingini av Føroyum sum pariastati, og ikki kann sigast annað enn, at hann hevur grein í sínum máli.

Felagar hansara, sum mannað flokkin á tingi, gremja seg alment um fiskivinnupolitikkin, sum tey ikki taka undir við, og harmast nú eisini um uttanríkispolitikkin, sum tey als ikki fáa eygað á.

Politiska støðan í Føroyum er sostatt bæði láturlig og grátulig. Tey fólkavaldu, sum hava ábyrgdina av landsstýrinum, hava samstundis ikki ræðið til at stjórna landinum.

Fólk uttanfyri sambandsringin kunnu frøast, grína skaðafróð og siga, at so fór at verða, men tað gera tey ikki.
Politiska støðan í Føroyum er nevniliga vorðin so høpisleys, at sjálvt tað láturliga yvirskotið gevur hall.

Málið er alt ov álvarsligt til gamansleik, og avleiðingarnar av høpisloysinum raka nú alla ta føroysku tjóðina.
Vit hava yvir eitt longri áramál sæð, hvussu umráðandi tað hevur verið í Tinganesi at liða sundur skipaðar loysnir á uttanlandspolitiska økinum, og úrslitið er so eisini hareftir.

Stórviðurin er brendur niður, og allur bygnaðurin stendur at rapa, nú samgongumenn rópa varskó, og siga útlendskum politikarum, sum spyrja eftir vælferð okkara, at land okkara er endað sum ein pariastatur.

Ein paria er er dastið av tí ússaligasta, ið hugsast kann. Hann, ið ongan góðan eigur, hann, ið ikki so mikið sum fær molarnar av ríka manna borðið.
Tað er har, millum teir kastuleysu rakararnar, vit eru endaði sum tjóð, heldur ein av okkara fremstu samgongumonnum í almennari grein nú um dagarnar.

Tað ringasta av øllum er, at hann hevur rætt í nógvum av tí, hann skrivar.

Sóknast verður eftir einum uttanríkispolitikki, sum ikki er til, og sóknast verður eftir einum fiskivinnupolitikki, sum heldur ikki er til.
Enn eina ferð renna vit okkum í ovurstóru trupulleikarnir, ið standast av, at vit eru ikki til á politiska kortinum, ma. tí at tað sindrið av valdi, sum vit høvdu vunnið okkum, er sópað aftur í ommu sína av okkum sjálvum.

Føroyar telja als ikki við, men sleppa av kosmetiskum orsøkum at skriva undir okkurt danskt innanhýsis skjal, ið onnur hava orðað til endamálið.
Samstundis sum hendan álvarsama pariapolitiska støðan er um at festa seg, er “EU for så vidt angår Danmark” farið undir handilskríggj móti pariastatinum Føroyum fyri ikki at fiska burðardygt.

Neglt og hamrað verður nú inn í sjálvan mergin á evropeiska brúkaranum, at Føroyar eru ein matvøru politiskur búrkroppur, eitt bølmannaland, sum eingin eigur at keypa tann minsta molan frá.

Føroyar verða skamm skotnar og flokkaðar saman við Norðurkorea, Iran og øðrum búrkroppa londum, og fáa her ein handilspolitiskan løst, ið ikki verður vaskaður av aftur fleiri tey komandi tíggju ára skeiðini.

Danmark er við í atsóknini og atkvøður í europaparlamentinum fyri at jarðleggja Føroyar handilspolitiskt.

Eitt handilspolitiskt átak, sum sjáldan fyrr er sætt, verður nú sett í verk ímóti pariastatinum Føroyum av sínum egna.
“Gå hjem og vug” vóru boðini frá Thorning til føroyska floksfelaga sín, tá hesin royndi at muta ímóti og síðani pakkaði seg burtur.
Meðan Føroyar soleiðis skikkaðar eru ávegis eggini og tí fría fallinum í handilspolitiskum høpi, eru stóru altjóða oljufeløgini við at skipa seg uttan- og innanfyri føroyska sjóøkið.

Hvar eru vit í trygdarhøpi, hvar eru vit í umhvørvishøpi, hvar eru vit í fiskivinnuhøpi, ja, hvar eru vit í Evropeiskum høpi í heila tiki. Stórir álvarsamir politiskir spurningar, sum ongan góðan eiga, trokað seg á.

Vit eru ongastaðni. Vit eru hvørki fuglur ella fiskur nakrastaðni, og vit hava ongan politikk á nøkrum týdningarmiklum øki.
Seinasta seansan í Arktiska Ráðnum var bara ein av fleiri áminningum um, hvussu illa vit eru fyri, og hvussu lítið vit hava at standa ímóti við.
Á umhvørvispolitiska økinum hevur Landsverk meldað pass, tí orku- og umhvørvismál verða ikki tikin í álvara i Tinganesi.

Á fiskivinupolitiska økinum hava grannalondini slept endanum, og eru farin í hernað móti okkum við skuldsetingum um, at vit fiska ikki burðardygt.
Fyri at kyrra grønlendingar og fyri at fáa frið á heimabeitinum, hevur Villy Søvndal skrivað Kanada bræv við áheitan um ikki at vera so stívrent, sum Svøríki hevur verið.

Húsfriðurin í kongaríkinum er síðani seglaður og undirskrivaður av danska uttanríkisráðharranum, løgmanni Føroya, og landsstýris forkvinnu Grønlands, og hin gotlendski veðragjólingurin plantaður á breddan á skrivinum.

Alt samalt bara fyri at kyrra fyrst og fremst grønlendingar, sum kortini ikki gerast limir í Arktiska Ráðnum av hesum politiska glantrileiki.
Hvat er tað so, limalondini á ráðharrafundinum í Arktiska Ráðnum hava undirskrivað.

Jú, tey hava bundið seg til at hjálpa hvørt øðrum, móti gjaldi og eftir førimuni, um stórar vanlukkur raka.

Stórar skipsvanlukkur, ella vanlukkur á onkrum palli, sum kunna smildrað alt tað viðkvæma arktiska økið lívfrøðiliga og kostað fleiri føroyskar fíggjarlógir bara í tí fyrsta nosinum.

Landsstýrið, sum erpar sær av at vera við í hesi semju, eigur ikki fyri lúsasalvu, og orkar ikki at lata Landsverk nakrar fáar mió.kr. til tað mest neyðugu tilbúgvingina heima á landi.

Landsverk hevur longu blakað tilbúgvingina frá sær, tí stovnurin hevur einki at gjalda við, og almennu Føroyar hava onga støðu til, hvussu okkara partur av eini umhvørvisvanlukku verður fíggjaður.

Hvussu væl frágingin henda avtala er, er harafturat meira enn ivasamt, lesa vit almennu svensku grannskoðanina, sum vil vera við, at Svøríki ikki skal, men kann, veita hjálp um vanlukkan rakar.

Eftir orkupolitiska sáttmálanum, sum samtyktur varð av løgtinginum í 2009, skuldi landsstýrið annaðhvørt ár lata tinginum eina frágreiðing um, hvussu tað gekst við at skerja útlátið av veðurlagsgassum, men har heldur landsstýrið púrt ongar avalur.

Landsstýrið bant seg í hesum sáttmála harafturat til, at tað enntá skuldi koma við enn fleiri hugskotum um at seta enn hægri innlendis mál um at skerja hetta sama útlátið enn meira.

Men tvassa ikki – ikki ein stavur er nortin, og ikki eitt orð spurdist aftur.

Jú, fólkatingsmaðurin hevur sjálvandi rætt í, at fremmandir politikarar undrandi spyrja eftir, hvat tað er, sum fyrigongur í Føroyum.
Føroyskt sjó- og havøki verður av fremmandum roknað sum eitt stórt svart hol, hvat trygd og tilbúgving viðvíkur, og púrt einki bendir á, at vit gera nakað við tað.

Skipaferðslan í føroyskum sjógvi økist ár um og ár, og merkir hetta ma., at vit fáa størri og størri ábyrgd av teirri tilbúgving, ið eigur at vera skipað her um okkara leiðir.

At støkka undan hesi ábyrgd er lítið dámligt, men tað er so tað vit gera.

Føroyska lofthavinum hava vit heldur ongan áhuga fyri, og eisini her eru tað grannalondini, sum stjórna – og inntøkuføra – føroyskt virksemi við fremmandum arbeiðsplássum.

Eingin ivi er um, at handalagið at stjórna føroyska samfelagnum er alt ov vánaligt. Líkasælan er ov stór, bæði á landi, á sjónum og í luftini.
Landsstýrið megnar ikki at útvega fiskivinnusamfelagnum Føroyum eitt havrannsóknarskip, og eingi framtøk hómast fyri trygd á sjónum á tí veldiga havøki, føroyingar hava fingið í vøggugávu og sum størstu sjálvfylgju eiga at umsita saman við lofthavinum.

Føroyar kunna hinvegin gera nakað á trygdarpolitiska økinum, um viljin, hugurin og hegnið er til tað.

Føroyar kunna, eins og Ongland hevur gjørt tað, taka seg saman við reiðaríum, tryggingar- og oljufeløgum og at skipa eina tilbúgving, so at møguligar vanlukkur ikki koma at oyða alt lív kring oyggjarnar, um illa vil til.

Men tíverri – einki verður gjørt av føroyska fiskivinnusamfelagnum.

Til ber ikki at dusa sær í, at grannarnir rætta eina hond, um illa vil til, tí eisini grannarnir hava eyguni eftir, at allir røkja felags skyldur.
Eingin sleppur at spæla fríspæl, og tað er júst tað, ið altjóða sáttmálar avtalað.

Tað er tí í tøkum tíma, at politiska skipanin tekur seg um reiggj.

Føroyar hava higartil snøgt sagt ikki havt nakran vilja til at røkka fram at røttu pallunum at tosa sína egnu søk, og mugu tí lata sær lyndað, at verða flokkaðar sum pariastatur.

Ein av fremstu samgongumonnunum sigur okkum, at soleiðis eru politisku kenningar hansara í útlandinum farnir at flokka land okkara.
Hesi støðumeting av landi okkara eiga allar góðar kreftir í hesum landi at herja ímóti og berja niður.
 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad