Lýsing

Tíðindi úr tinginum 26.10.2007

Fyrst á skránni í morgun vóru fyrispurningarnir frá Heidi Petersen til landsstýrismannin í mentamálum um happing í fólkaskúlanum og um talið av ungum, sum hava roynt sjálvmorð.

Málið hevur verið nógv frammi síðan í heyst, tá kanning var almannakunngjørd, sum vísti, at 15 prosent av næmingunum í fólkaskúlanum javnan verða happaðir, og at 10% av næmingunum í 8. flokki hava roynt sjálvmorð.

Spurningarnir snúðu seg í høvuðsheitinum um, hvørji stig landsstýrismaðurin fer at taka til tess at steðga happingini í fólkaskúlanum, og hvussu ráðgeving kann skipast fyri næmingar, ið eru útsettir fyri happing og foreldur teirra, og fyri næmingar, sum hava roynt sjálvmorð.

Landsstýrismaðurin at skipað hevur verið fyri skeiðum, har umleið 100 lærarar hava lokið útbúgving, har teir hava fingið kunnleika og amboð til at fyribyrgja og steðga happing í fólkaskúlanum.

Eisini var víst til menningarætlaninar fyri teir einstøku skúlarnar, har millum av høvuðsevnini eru trivnaður og happing. Síðan skúlaárið 2003/04 hevur verið arbeitt við at seta í verk hesar ætlanir.

Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at sernámsfrøðilig ráðgeving er skipað kring landið, sum skal taka sær av slíkum málum.

Spyrjarin Heidi Petersen førdi fram, at tað er sera týdningarmikið, at skúlin hevur ein skipaðan trivnaðar og happingar ”politikk”. Eina yvirskipaða ætlan um hvussu júst teirra skúli vil menna trivnaðin og steðga happingini so skjótt, sum til ber, og kunna foreldrini um, hvussu ein ber seg at, tá trupulleikar stinga seg upp. Hesin politikkur skal umfata øll, sum starvast á skúlanum.

Skotið var upp at seta floksins tíma aftur á tímatalvuna hjá øllum næmingum í fólkaskúlanum, og at definerað, hvat hesin tími skal nýtast til, eina lesiætlan, sum lærarar, næmingar og foreldur kunnu fyrihalda seg til.

Eisini var skotið upp, at integrera heilsusystrina inn í skúlans arbeiði og seta fleiri skúlapsykologar á sernámsfrøðiligu ráðgevingini kring landið, sum ein liður í at veita skjóta viðgerð, tá næmingar koma í trupulleikar í skúlunum. Hetta fyri at fyribyrgja, at næmingar líða so nógv undir happing, at teir at enda royna sjálvmorð ella fáa varandi sálarlig mein.

Næst á skránni var fyrispurningur frá Heidi Petersen til landsstýrismannin við fiskivinnumálum um makrelveiðu føroyinga. Spurningurin snúði seg um, hvat landsstýrismaðurin hevur gjørt til tess at dokumentera, at makrelurin, nú í nógv størri mun, nýtir føroyskt sjóøki sum vakstarøki, enn tá strandalandaavtalan var gjørd, og harvið eigur at geva okkum nóg størri prosentpart av heildarveiðuni enn tey 5,48 % vit hava rætt til í dag, eisini serliga sæð í ljósinum av, at Íslendingar hava veitt 30.000 t av makreli til ídnað í ár.

Orðaskiftið var gott og konstruktivt, har fleiri vístu á og vóru samd um, at orka eigur at nýtast til fiskirannsóknir og royndarveiðu eftir makreli. Tingfólk vóru eisini samd um, at tað er gott at hava skipaði viðurskifti á økinum við teimum ferðandi fiskastovnunum, altso at strandalanda avtalan er ein fyritreyt fyri samstarvi í framtíðini.

Men tingfólk vóru eisini samd um, at vit eiga at leggja dent á at dokumentera nøgdirnar og tíðarskeiðið har makrelur er í føroyskum sjógvi, og harvið kunna gera krav uppá størri part av heildarkvotuni, enn vit hava rætt til nú.

Landsstýrismaðurin var meira varin í sínum svari og vísti á, at Fiskirannsóknarstovan hevði fingið økta játtan til júst at gera fleiri royndir í Føroyskum sjógvi og harímillum eftir makreli, umframt onnur tiltøk, so sum áheitan til føroysku skipini um at boða frá, tá hjáveiða var av makreli.

Seinast á skránni var fyrispurningur frá Annitu á Fríðriksmørk til landsstýrismannin við almanna- og heilsumálum viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum.

Víst var á, at tá talan er um fakbólkarnar sjúkrarøktarfrøðingar og læknar á Landssjúkrahúsinum, so eru afturvendandi viðmerkingar at hoyra og lesa um hesi viðurskifti. M.a. hoyra vit um eina nøgdsemiskanning, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið gjørda, og sum vísir eina heldur ónøktandi mynd av trivnaði teirra. Orð sum strongd, vánalig arbeiðsviðurskifti, lág løn, keðiligar arbeiðstíðir við alt ov lágari viðbót o.s.fr. eru ummæli, sum koma upp og venda eina løtu, og so hoyrist einki um nakrar ábøtur fyri at forða fyri mistrivnaði. Ístaðin hoyra vit um fólk, sum siga upp, verða søgd upp, deildir, sum verða lagdar saman, uttan at starvsfólkini verða tikin við upp á ráð o.s.fr.
 
Landsstýrismaðurin svaraði millum annað soleiðis “Yvirskipað er trivnaðurin á Landssjúkrahúsinum á einari leið. Tó eru tað á summum deildum, at m.a. byggiarbeiði, bygnaðarbroytingar og stórt arbeiðstrýst hava havt við sær, at starvsfólk eru meir strongd enn á øðrum deildum, og at truplari hevur verið at manna deildirnar.
 
Landssjúkrahúsið kemur í ár at nýta einar 3 mió. kr. til skeið og eftirútbúgving. Í lønarsáttmálanum hjá læknum er staðfest, at teir skulu hava í boði eitt ávíst tal av skeiðdøgum um árið. Fyri røktarstarvsfólk er ein eftirútbúgvingarpolitikkur gjørdur, sum leggur upp til, at starvsfólk innan hetta økið eisini fáa ávísa eftirútbúgving, umframt serútbúgvingar í ávísum sergreinum, ið røktarstarvsfólk skulu røkja. Bæði á lækna- og røktarøkjunum eru útbúgvingartilboðini skipað soleiðis, at førleikin til at røkja uppgávurnar á Landssjúkrahúsinum forsvarliga er til staðar.”

Fleiri politikarar tóku orðið, og samanumtikið kann sigast, at fólk eftirlýstu eftirútbúgving av og trivnaði hjá starvsfólki, góðskumeting av viðgerðunum á Landssjúkrahúsinum. Eisini var bíðitíð hjá sjúklingum umrødd og heilsupolitikkur á økinum eftirlýstur. Altso hvat vilja vit hava fyri peningin, vit játtað til sjúkrahúsverkið, umframt aðrar viðkomandi spurningar.

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad