Lýsing

Sára, Sára, Sára mín…

Gott fundarfólk, ið her er leitað saman á Selatraðar fløtum.

Longu á yngru árum vóru vit fleiri, ið ætlaðu okkum hendanvegin at hitta ta altíð so lívskátu gentuna, Sáru, ið var ættað hiðani.

Sára, Sára, Sára mín,
hon er av Selatrað …

 

Sára var eitt av hesum megnar føroysku konubrotunum, sum bygdi land á ungum árum.

Hon stýrdi heima við hús, tók sær av gerandisdegnum, meðan maðurin var burtur, og tænti hjá Peri uppi Suðuri.

Hon passaði høsn og neyt, og so dugdi hon so sera væl at kóka mjólkagreyt, at seyma blóðmørsindur, og at elta garnatálg.

Hon bant troyggjur, vøttur, og lappaði hvørja spjørr, og hon hevur ivaleyst, eins og medsystrar hennara, gjørt so mangt annað heima við hús, sum stundir ikki hava verið til at seta upp á rím.

 

Mangt av hesum er fremmant fyri tí føroysku kvinnuni – og manninum – í dag, men við íðni og nærlagni bar tað til at liva eitt gott, gevandi og hendingaríkt lív í tí gamla føroyska bygdasamfelagnum, har kvinnan tók sær av tí heimliga húsarhaldinum, meðan maðurin røkti bø og haga, – og leitaði á sjógvin burt.

Hetta bar alt væl til í sátt og semju í tíðini, áðrenn vit fingu javnstøðulóg, almenna barnaansing og aðrar vælferðartænastur, ið á so mangan hátt leggja okkum undir kostnaðarmikið alment eftirlit.

 

Ja, so kostnaðarmikið, at tað nú er farið at standa á at rinda fyri enn fleiri almennar vælferðartænastur.

Teir føroyingar, ið búleikast hava her á klettunum upp gjøgnum øldirnar, hava ongantíð kent aðrar tíðir enn hana, teir livdu í.

Afturlítandi kunnu vit siga, at føroyingurin hevur livað eitt fátæksligt lív, sæð í mun til alt tað ómetaliga ríkidømi, ið altíð hevur verið í havinum kring Føroyar, men sum føroyingurin ikki hevur havt tekniska orku til at taka til sín í nóg stóran mun.

So sera fátæksligt var hjá fleiri, at ókent var ikki hjá einum at nápa ein bitan frá øðrum, sum hevði ríviligt til, og tá var mangan dómur og deyði vísur, ma. her á Selatraðar tingi.

 

Tongla Tummas lýsti í yrkingini, Selatrað 8. juli 1626, so rámandi, hvussu syndarliga trongligt tað var hjá honum, sum í dýrastu neyð tók frá øðrum fyri at halda lív í konu og børnum, og síðani bøtti fyri tí við sínum egna lívi.
Spælimenninir hava fest hesa sera døpru vísu á fløgu, so yndisliga framborin, sum bara Jakobina Tórstún kann gera tað.
Havið kring Føroyar var eins ríkt tá, og tað er tað í dag, so sigast kann, at eisini tá sat verðsliga ríki armingin á gullinum, á hesum potentiella ríkidøminum, og dugdi ikki at loysa kjaftbandi av posanum.
Soleiðis er myndin framvegis – um enn ikki eins ótespilig, sum hon var tá.
Taka vit okkum til rættis á skilagóðan hátt, av tí endurnýggjandi ríkidømi, ið dagliga floymir inn yvir okkum, eru vit ein av heimsins ríkastu tjóðum, eingin ivi um tað.

Vit hava í øllum førum lagt ta gomlu tíðina, har gamalsovjettiskur planbúskapur stýrdi vinnuni, aftur um okkum, og stríðast nú við at laga okkum ein gerandisdag til, soleiðis at øll trívast, mennast, virka  og hava góð viðurskifti hvørt við annað.

Tað eru rembingartiðir í Føroyum, og politiska glámlýsið er meiri dimmlitt enn nakrantíð fyrr.

 

Valstríð er, og menn loysna úr flokkum, slúsast inn í aðrar flokkar, og skipa enntá nýggjar flokkar.

Sagt verður, at nýggir kustar sópa best, hagar teir leita, meðan teir komlu kenna krókarnar. Hugsandi var, at hesir nýggju kustar fóru at leggja nýggjar leiðir opnar, men so tykist ikki vera.

 

Teir leita í staðin inn í gomlu krókarnar, fara í atsókn og fella hvassar dómar yvir upprunaflokkar og – felagar sínar.

Og tað var nú undarligt, tí klandri og stríði hava vit so nógv av her í Føroyum, at okkum ikki nýtist at stovna heilar nýggjar flokkar fyri at fáa meira av sama slagi.
 
Tjóðveldi í andstøðu hevur verið fastur syndabukkur farna 8 ára ABC skeiðið, og man tað mestsum koma av gomlum vana, at Tjóðveldi, og serliga formaðurin, fær skylduna fyri alt hetta kommersi, sum frammi er nú um dagarnar við skuldsetingum um svik, lygnir oa. ódámligt.

Tjóðveldi og serliga formaðurin fær eitt nú skylduna fyri, at framsøkin maður brúkti meira enn eina hálva øld fyri at koma eftir, at eingin liberalur politikkur var at hóma inni í gamalsovjettiska flokki hansara.

 

Og Tjóðveldi fær eisini ábyrgdina av, at ein javnaðarmaður er farin at stríðast við at sleppa sær burtur úr fullveldisstríðnum hjá sær sjálvum, og tí gerst flaggberi í einum kósleysum heimastýrisflokki.

 

Óbúgvið og láturligt er tað nú kortini, at grundlógaruppskot okkara skuldi gerast snávingarsteinurin, har vit ikki vóru til at samstarva við.

Fyrr settu teir ting her á Selatrað. Teir viðgjørdu mál og feldu dómar, strangar dómar, har teir hongdu menn í gálgan, fyri lítið og lætt.

Á okkara døgum liggja hesi morð okkum fjart, men karaktermorðum sleppa vit ikki undan.

 

Tey liggja uttanfyri rættarskipanina, men innanfyri politisku skipanina, og menn blúgvast ikki við at karaktermyrða fólk, tá á stendur.

Vit, sum fóru undir grundlógararbeiðið á tingi fyri einum tíggju árum síðan, verða nú skuldsettir fyri at beina fyri hesum sama, einans tí at vit ikki líða somu harraboð frá Løkke, sum eru tey somu sum tey hjá Monrad á sinni: ”Eg haldi, at føroyingar skulu hava tann vilja, at teir vilja vera lutur av tí danska ríkinum.”

Har gongur hinvegin marki hjá okkum tjóðveldisfólki, og tí noyðast vit at siga djúpt góða nátt til teirra, ið ikki vilja vera okkara megin markið.

Hóast grundlógaruppskotið varð skrætt sundur á sjálvum tingsins røðarapalli, fóru vit nakað seinni so langt sum til at sleppa sjálvum upprunaheitinum, ”Grundlóg,”  tí orðið smakkaði sambandsflokkunum so illa, til at brúka orðið ”Stjórnarskipan.”

 

Hóast vit soleiðis í áravís hava samstarvað um broytingar og semjur,  verða vit nú løgd undir lygnir oatl., og tað er at harmast um.

Hinvegin er at frøðast um, at tað hóast alt eru boð eftir Tjóðveldi í hesum sum í øðrum málum.
  
Gamalt var at bjóða sleip, um onkur kom illa fyri, hevði mist framdriftina ella hevði rent seg upp á turt, og herfyri vóru so eisini boð eftir Tjóðveldi, tá sambandssamgongan misti róðurkraftina.

Og har var ringt skil umborð. Serliga á brúnni hjá yvirmonnunum stóð heilt illa til.
 
Ein hevði í forhond kastað alt frá sær, hevði stungið í sekkin, og var rýmdur í land, og boða frá, at hann nú varð uppilagstur í tíð og ævir.

Annar gekk lagghaltur, tí hann hevði skotið seg í fótin – einar tríggjar ferðir – meðan tann triði var eitt stórt smíl – um alt fimmoyra.

Sjálvandi fóru vit ikki at siga nei til at taka sleip undir tílíkum umstøðum, og ikki minst áttu vit at bjarga tí, ið bjargast kundi.

Hvagar manningin fer, leggja vit nú minni í, men umráðandi er, at føroyski samfelagsførningurin ikki fer fyri skeyti

Heimurin broytist jú alla tíðina, tað vita vit, og vit neyðars menniskju noyðast at fylgja við, seta út í kortið, seta segl, flyta seg og skapa vøkstur.

Í hesum sjómanna- og regattatíðum er umráðandi, at vindur og veður, segl og seglføring,  sampakka til felags besta, so at eingin kemur í óføri, men at øll før koma vegin fram so skjótt og trygt sum gjørligt.

 

Sagt verður, at meðan pessimisturin illneitist inn á mótvindin, frøðist optimisturin um viðvindin, meðan realisturin setur segl og siglir “bidevind.”

Realisturin fær framdrift á flest øllum ættum, kemur vegin fram skjótari enn onnur og fær vøkstur, hóast mótburð og mótrák.

Mótburður og mótrák eru nívandi fyribrigdi. Tjóðveldi varð avmannað í landsins leiðslu fyri átta árum síðan, og tá stóu landsins goymslur á tremur. Ja, vit áttu heilar 2,3 mia.kr.  á bók.

 

Nú tað stundar til val átta ár seinni standa risastórir trupulleikar fyri okkum, og einans ein tóm, holut og sundurskrødd tæga er sett við vegin til teirra, ið teirra, ið skulu taka við.

 

Landskassin skyldar nú 2 mia.kr., og er soleiðis farin 4 mia.kr. eftir hæli. Hundraðtals størv eru horvin úr vinnuni á landi, samstundis sum arbeiðsloysið er farið upp í verðina. Stovnarnir eru niðurfiskaðir og so at siga allur fiskiskipaflotin gevur hall.

Einki framstig er komið undir land á uttanríkispolitiska økinum. Eitt álit, hesuferð gult, er lagt upp í rúgvuna av øðrum álitum, saman við visjón 2015, har staðfest verður aftur og aftur, at “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” er sjálv forðingin fyri, at vit náa rættindum okkara í altjóða viðurkiftum, nú seinast í makrelmálinum.

 

Innpakkaðir pakkar  og óloystar reformar í rúgvuvís hoyra vit um, men ongar loysnir.

Njórað er í átta ár, at skúlarnir, sum í dag liggja undir einari leiðslu, skuldu leggjast út undir einar 8-10 leiðslur.

Og samstundis sum skúlarnir skulu leggjast sundur, skulu sjúkrahúsini leggjast saman.

 

Tá tað var í stríð við nátturunnar gongd, at roykrákið rak í ymsar ættir, bjóðaði Tjóðveldi

sleip, og fór undir at fáa hesa søkkandi skútu til lands, har manningin verður skift, áðrenn farið verður nýggjan túr.

Umráðandi var at taka um endan á fiskivinnuni, sum var komin á gravarbakkan.

Reiðarafelagið rópti neyðarróp og boðaði ferð efir ferð frá, at lítið og einki kom upp á land. Reyð tøl vóru á botnlinjuni hjá øllum skipabólkum, samstundis sum landsstýrið bara lat standa til ár eftir ár eftir ár.

 

Og tí kollsigldi skútan. Høvuðsvinnan, íløgur, fíggjarætlan – alt varð slept, og menn lupu fyri borð.

Síðan vit tóku upp sleip, er gongd eftir stuttari tíð komin á, og er tað byrjanin til at broyta føroyskan vinnupolitikk rætta vegin, og skapa tey milliardameirvirði, sum liggja fjald í hesi høvuðsvinnu okkara.

 

Vit føroyingar vilja, vit kunna, vit orka, vit duga at stjórna okkum sjálvum, og vit hava ikki longur ráð til at lata vera.

Tað er, og tað verður framhaldandi óvirðiligt at standa sum ein útreiðslupostur millum aðrar á metstóra hallinum á donsku fíggjarlógini.

Hetta einvegis og fjøtrandi sambandið kostar okkum ov nógv á inntøkusíðuni, har vit dagliga verða mint á, at vit eru í lummanum á tí, sum vit fáa lummapening frá.

 

Nú er tann stundin komin til handa, at vit mugu taka okkum saman fyri at koma víðari, og vit mugu gera tað nú.
 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad