Lýsing

Orkan er tøk, men fer fyri ongum

 

Upplýst er nú av landstýrinum, at eingin framdrift kortini er í málinum um ein 50 metra hyl her í landinum, og tað var nú spell.

Ein 50 metra hylur er dýrur at gera og enn dýrari at reka.

Serliga er tað orkan, ið skal hita vatnið, ið er kostnaðarmikil.

Allastaðni verður farið væl um orkuna, og tað eru fá lond í heiminum, sum  hava ráð til at lata orku fara fyri ongum.

Føroyar eru eitt undantak í so máta
Í heimbygdini hjá europeiska silvurvinnaranum rennur lunkað vatn á sjógv tíma fyri tíma, dag um dag, viku eftir viku, mánaða eftir mánaða og ár eftir ár.

Hetta er ein syrgiligur veruleiki, ið harafturat sigur okkum, at orku- og umhvørvisøkið meira er merkt av snikk snakk enn ítøkiligum átøkum.

Hóast Pál hevur havt øll verklig odds ímóti sær, so hevur hann megnað tað ógjørliga.

Hóast hann ikki hevur ein 50 metra hyl at venja í, so er tað júst her hann setir met eftir met.

Hóast hann stendur á hægstu tindum, har einans sannar kempur fóta sær, og við orðum Janusar sigur: “Gev mær megi hetjumátt at verja tína hallargátt,”
so eiga vit ikki eitt flagg at balla um herðar hansara og ikki ein hyl at lata honum at svimja í.

Tíverri hava almennu Føroyar framvegis ein stálsettan vilja til ikki at lata Merkið fara í húnar hátt millum onnur merki, tá menn fremja brøgd milllum manna.

Ein avleiðingin er, at føroyingar eru útihýstir úr olympisku leikunum, og fremsta hetja okkara, Pál Joensen, er ein teirra, ið ber kostnaðin.
 

Her er langt á mál, og bert er bróðurleyst bak

Hinvegin er væl stytri á mál við einum 50 metra hyli at venja í.

Hóast vit ikki halda okkum hava ráð til ein 50 metra hyl, so hava vit ráð til at lata lunka svimjihylsvatn renna á sjógv tíma fyri tíma, dag um dag, viku eftir viku, mánaða eftir mánaða og ár eftir ár.
 

Um avlopsorkan frá SEV rennur á sjógv, ella guvar upp í loft er eitt feitt.

Orkan, ið fer fyri ongum, er risastór, júst í heimbygdini hjá Páli, og ríkiliga stór til at halda einum 50 metra hyli heitum.
 

Í lívfrøðiliga margfeldisárinum, har vit tíverri skoyta oman á øllum altjóða bindingum, átti landsstýrið sum stórstu sjálvfylgju at ásett eitt bann móti at lati lunkað vatn á sjógv ella at lati virðismikla orku guva upp í loft.

Hesa heimild hevur landsstýrið eftir nýggju el-veitingarlógini.

Orkunøgdin, ið her fer fyri ongum, er hálva aðruferð nøgdina, ið heldur øllum trimum hylunum, baðstovuni og brúsunum í Gundadali, heitum, tíma fyri tíma, dag um dag, viku eftir viku, mánaða eftir mánaða og ár eftir ár.
 

Í Vági fer sama orka fyri ongum, og tað er bara heilt ótrúligt, at vit halda okkum hava ráð til hetta orkuspillið og hetta umhvørvissvínaríið, sum tað í veruleikanum er.

Hóast mangt takið er tungt í hesum døgum, so áttu røttu viðkomandi, og tað er fyrst og fremst landsstýrið og SEV, at sett seg saman at bjarga teimum ovurstóru virðum, sum her fara fyri skeytið.
 

Árliga orkuspillið, sum føroyingar halda seg hava ráð til at lata renna út á fjørðin í Vági, ella guva upp í loft, er:

•    2.200.000 kWh, ájavnt við
•    185 tons av brenniolju,
•    hálvaaðru ferð oljunýtsluna í Gundadalshøllini,
•    ájavnt oljunýtsluna hjá  100 sethúsum,
•    og áleið eina millión krónur um árið.

Føroyska útflutningsvinnan, fiskivinnan og alivinnan, áttu síðani eisini at sæð virðið í tí “brandi,” tey sita við í fanginum.

Flogið hevur verið ávegis uppeftir í áravís, og nú átti blinda eygað at varnast tann risa stóra marknaðarmøguleika, sum eisini liggur  í hesum komandi heimsmeistaranum.

Brandurin Pál, hevur við egnum mátti og egnari megi strítt seg fram til at vera stórsta “brand” í okkara tíð, og missir tað almenna og vinnan hendan gullfuglin av hondum, er hetta tap líka stórt, sum Pál er stórur hinvegin.

 

Allir føroyingar ynskja Páli, hinum føroysku svimjarunum og venjaranum hjartaliga tillukku, men sakna álvarsliga afturljóðið frá teimum almennu Føroyum.

 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad