Lýsing

Helena skulkar

Hetta eftirlit sæst aftur í orðaskiftunum á tingi og í starvinum hjá løgtingsgrannskoðarunum og landsstýrismálanevndini, í tingskipanini við samráðum, ófráboðaðum, munnligum, skrivligum og § 52a spurningum.
 

Øll tingfólk hava rætt til at spyrja, og landsstýrisfólk hava skyldu til at svara settum spurningum.
 

Í einum §52a fyrispurningi frá mær nú um dagarnar loyvir Helena Dam á Neystabø sær kortini at krúpa uttan um settu spurningarnar, og svarar í eyst, tá spurt verður í vest.

Svar hennara er bæði villeiðandi, skeivt og ófullfíggjað, og soleiðis skal ein landsstýrismaður ikki sleppa at skulka sær undan ábyrgdini í hesum máli.
 

Líka so umráðandi tað var at reka ungfólki í Suðuroynni út í Heiðarnar í Porkerishaganum teirra bestu ár, líka so stóran dent leggur landsstýriskvinnan á at dylja, hvussu spinnandi galið tað eisini verkliga er við tí 100 mió. kr. dýra deplinum, har hýkur uppi.

Eg havi sett henni nakrar kontantar spurningar, og hon skulkar sær undan at svara teimum.
 

Hon svarar stutt sagt, at "- okkurt er galið í Hovi." Tað vita vit alt um, og vit eru fleiri, ið støðugt hava ávarað móti gallskapinum.
 

Fakligur dentur er hennara vegna kortini lagdur á at svara so kryptiskt, at eingin skal kunna koma afturum aftur og siga, at hon hevur svarað naka skeivt.

Tað er bara ikki gott nokk, og átalu- og revsivert er, at landsstýrismaður dylur nakað, hann veit, fyri løgtinginum, tá spurt verður so ítøkiligt, sum gjørt er í hesum føri.
 

Skattgjaldarin verður í hesum soppafongdu tíðum drigin eftir oyrunum fyri at bjálva og umvæla 100 ára gamlar bygningar móti soppum, roti og vánaligari inniluft.

Samstundis dylur landsstýrið okkara, at tað brúkar 100 tals mió.kr. til at byggja nýggjar soppafongdar og ivasamt bjálvaðar bygningar fyri – í bygd og bý – og ikki minst úti í bø og haga.
 

Eg fari tí at spyrja uppaftur og heita á landsstýrismannin sjálvan um at svara settu spurningunum á nøktandi hátt.
 

Er tað rætt, at fakliga væl grundgivnar tilráðingar eru komnar um at skræða stórar partar av skúladeplinum úti í Heiðunum í Porkerishaganum niðuraftur?
 

– at taka allan klædningin niðuraftur,
– at taka allan inndekning og avdekning heilt inn til vindsperruna niðuraftur,
– at gera fakliga rætt tættnigsarbeiði kring øll op við fugum og inndkningi,
– at gjøgnumganga og skifta út alla skadda bjálving,
– at montera manglandi bjálving við múrkrónuna,
– at uppseta nýggja vindsperru við tætningslistum,
– at uppseta nýggja alu klædningsplátu við tilhoyrandi inn- og avdekningi
– at seta upp nýggjar okar (leysholt),
– at seta upp nýggjan klædninging,
– at umbyggja alu vindeygu og glaspartíir,
– at taka niður allar gipsplátur kring vindeygu og glaspartíir,
– at stórumvæla og leggja nýggja isolering og dampsperru á innveggirnar,
– at bøta á fakligan hátt um ljóð- og brunasundurskiljingar millum tilhaldshøli,
– at seta upp nýggjar gipsplátur og mála.
 

Er tað rætt, at stýrt varð uttan um omanfyri nevndu og aðrar trupulleikar, tá hesir vóru avdúkaðir í byggitíðini, enntá í einum partneringssáttmála, soleiðis at fakliga rættar loysnir ikki vóru valdar, hóast hesar gjørdust kunnugar undir sjálvari tilgongdini.

Sæð í ljósinum av omanfyri nevndu skakandi veruleikum, heldur landsstýrismaðurin so framvegis, at § 52a – svar hennara í fyrispurningi nr. 11/2010, var meira  nøktandi enn villleiðandi?
 

Hvat kemur hetta nýggja projektið at kosta, og hvør fer at rinda kostnaðin?

Hergeir Nielsen

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad