Lýsing

Tað er betri at gita enn at vita

 
 
Í Uttanlandsnevndini finst einki skriv, einki nevndarmál og eingin ráðførsla við nevndina, “áðrenn avgerðir, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning, verða tiknar.” 
 
Hetta er nevndin, sum veitir løgtinginum “tilmæli í øllum uttanríkis-, marknaðar- og verjumálum. Eisini í viðurskiftum við Danmørk.” 
 
Meðan tøgnin valdar um okkara leiðir, verður glintað óført við nógvum donskum eksplosivum ísinkrammi, og um fýra vikur sigur Danmark seg fara at senda seks F16 stríðsflogfør eystur á hermóti millum Baltisku londini og Rusland.
 
Og nú tað ikki hoyrist mannamál fyri  snúningshvíninum, buldrinum og bralkinum frá F16 stríðsflogførunum boðar løgmaður frá í svari til Høgna Hoydal, at “Landsstýrið vónar (gitar) framvegis, at stríðið millum Russland og Ukraina verður loyst diplomatiskt, so vit varðveita friðin í evropeiska nærumhvørvinum.”
 
Og uttanlandsnevnd føroyinga situr framvegis á sínum egnu hondum og sæst  vera líka so bláoygd, sum løgmaður er.
 
 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad