Lýsing

Samskiftisloysið um Suðuroyarfjørð anno 2010

Sum skilst, so hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum als einki gjørt við hetta mál.
 
Jóhan Dahl svarar,
– at nýggja 3G neti er byrjað norðanfyri,
– at tá 3G neti kemur suðuryvir verður ferðin munandi størri,
– at við dongli ber til at brúka eitt óstøðugt og vánaligt samband við kioskina og cafeteria á Smyrli.
 
Hvør skal siga. Tað ber also til at standa og kýta seg við einum dýrum, óstøðugum, seinførum og avlagaðum dongulsambandi, meðan man lenar seg upp at eini cafeteriu ella kiosk umborð á Smyrli.
 
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur eisini, at hann roynir at liggja á takinum at fáa nøktandi internetsamband umborð á Smyril.
 
Men – soleiðis er tað tíverri ikki. Landsstýrismaðurin hevur snøgt sagt einki gjørt við hetta mál.
 
Her liggur eingin á nøkrum taki, og her er als eingin vilji til at skipa eina nøktandi loysn á einum máli, sum er loyst, og sum ber til at loysa alla aðrastaðni.
 
Dongulin er ikki serliga framkomin, og harafturat er hann bæði dýrur, seinur og sera óstøðugur.
 
Tað kunna øll, sum hava roynt hesa skipan skriva undir uppá, og landsstýrismaðurin kundi kanska eisini sagt okkum, hvussu nógvir føroyingar hava blakað henda dongulin frá sær aftur.
 
Smyril eigur sjálvandi at hava eitt WIFI-net, so sum vit kenna tey aðrastaðni í bussum, tokum, ferjum og frá rættiliga nógvum føroyskum fiskiskipum.
 
Tað ber væl til, og tað hevði verið ein virðilig, neyðug og álítandi samskiftisloysn fyri brúkaran, tey ferðandi og vinnulívi.
 
Harafturat hevði tað verið ein stórfingin tænasta, tá nívandi seinkingar gera um seg á Suðuroyarleiðini, so sum tað so mangan ger, ikki minst í hesum døgum.
 
Men – landssstýrismaðurin tykist tíverri ongan áhuga hava fyri málinum.
 
Veit hann, hvat tað kostar at brúka ein dongul umborð?
Veit hann hvør reella miðalferðin á netinum er við dongulini?
Veit hann av, at ein meiningsleys teoretisk dongulferð í eini kiosk ella cafeteria als ikki kann brúkast til nakað sum helst praktiskt ?
 
Suðuroyarfjørður, sum skilir 10% av landsins íbúgvum, og vinnuna har er, frá restini av landinum, eigur so avgjørt at hava eitt gott samband, bæði í dygd og títtleika, eins væl eftir sjónum sum umvegis ta framkomnu samskiftistøkni, sum restin av landinum hevur í gerandisdegnum.
 
So álvaratos, harra landsstýrismaður.
 
Tak teg saman, og gev vinnuni og brúkarunum um Suðuroyarfjørð áleiðis javnbjóðis vinnuligar samskiftismøguleikar við restina av landinum.
 
Hergeir Nielsen

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad