Lýsing

Í óðum verkum?

Edva Jacobsen hevur í øllum spakføri rivið dagar og vikur, mánaðir og ár burtur úr politiska álmannakkanum, og givið yvirtøkum og blokkniðurskurði frá 2001 skyldina fyri, at ABC- flokkarnir rendu samfelagið upp á turt 8- 10 ár seinni.

 

Einki er meiri villleiðandi enn tað sama.

 

Tá ið so sama Edva Jacobsen harafturat hevur sett sær fyri at yvirtaka enn fleiri mál og at lækka blokkin enn meira, ja, so er ilt at finna nakra greiða linju í politiska boðskapi hennara.

Um hon ger hetta í óðum verkum, vita vit ikki, men løgmaður hennara hevur í løgmansrøðuni 2010 boðað frá, at Edva Jacobsen og tey longu í hesi tingsetuni fara at yvirtaka:

 

  • sakføraravirksemi
  • útlendingamál
  • sjórætt
  • loðslógarøki
  • sjóuppmerking og vitaverk
  • ídnaðarhugverksrætt.
     

Fyri at tryggja sær, at blokkurin harafturat veruliga verður skorin, hava Edva Jacobsen og tey álagt sær hesa binding í sjálvum samgonguskjalinum.
 

Tað hevði nú verið áhugavert, um Edva Jacobsen segði okkum, hvat hesar yvirtøkur fara at kosta, og hvussu nógv blokkurin væntandi verður skorin í hesum umfarinum.
 

Og óført hevði tað verið, um Edva Jacobsen so eisini kundi viðgingið, at blokkniðurskurðurin frá 2001 var ov lítil og yvirtøkurnar ov fáar, og at tað er tí, at hon nú níggju ár seinni langar til við enn meira av sama slagi.

 

 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad