Lýsing

Við Tjóðveldi á odda

Gjaldsfría busskoyringin í Tórshavnar kommunu skal víðkast til eisini at fevna um alt vikuskiftið, tvs. eisini leygarkvøld og allan sunnudag.

Hetta er eitt av vallyftum Tjóðveldis til býráðsvalið týsdagin.

Vit miða eftir at gera Bussleiðina til eitt veruligt flutningsalternativ til bilin, og helma ikki í, fyrrenn hetta mál er rokkið.

Tjóðveldi setir fólkið fyrst og fremst.

Hetta merkir ítøkiliga, at vit raðfesta íløgur í børn, ung, tilkomin og eldri. Tað vil siga trivnaðin hjá øllum okkara borgarum.

Hetta skal m.a. síggjast aftur í hægri góðsku í tænastuveitingunum á dagstovnum, heimatænastuni og ellis- og røktarheimum, samstundis sum bøtt verður um arbeiðskorini hjá starvsfólkunum á hesum stovnum.

Vit mæla í hesum sambandi til at seta 20 miljónir krónur eyka av á fíggjarætlanini fyri næsta ár til hetta endamál. So ítøkiligur er ongin annar flokkur, hóast teir hava kappast um at avrita okkara valskrá.

Vit vilja somuleiðis leggja alla orku í at loysa íbúðatørvin í kommununi, so allir borgarar – uttan mun til inntøkur – fáa møguleika at seta føtur undir egið borð og harvið skapa sær eina góða og trygga framtíð í landsins størstu, fremstu og bestu kommunu.

Við Tjóðveldi á odda verða hesi áleikandi mál framd bæði skjótt og brátt.

Tí er umráðandi, at flokkurin fær dygga undirtøku á valinum týsdagin.

Set X við Lista E.

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X