Lýsing

Viðlíkahald raðfestast fremri

Kommunan kann ikki bara byggja, uttan eisini at viðlíkahalda tað, ið bygt verður.

Annars kann hetta koma henni – og okkum øllum somlum – aftur um brekku, og tað í dýrum dómum.

Tíverri er líkt til, at tað júst er tað, sum er í ferð við at henda.

Eyðsæð er, at viðlíkahald av ognum og vegum ikki hevur høga raðfesting hjá sitandi býráð.

Hesi óhepnu gongd ætlar Tjóðveldi at venda.

Vit ætla stutt og greitt at raðfesta viðlíkahald og røkt av bygningum og vegum í kommununi fremri.

Hetta skal gerast við at seta eina størri játtan av til hetta endamál.

Allar gongubreytir í kommununi skulu skoðast og dagførast til tess at tryggja, at tær eru góðar og tryggar til gangandi, barnavognar og koyristólar.

Sum áður víst á, er vantandi viðlíkahald og fríðkan av felagsøkjum í bygdunun eisini ein trupulleiki.

Hetta vilja vit loysa við at seta fólk við føstum tilknýti til staðið at standa fyri vanligum viðlíkahaldi.

Somuleiðis er umráðandi, at kommunan er virkin viðleikari, tá tað kemur til at varðveita og tryggja søguligar bygningar og fornminni, so eisini komandi ættarlið fáa lut í ríku søgu og mentanararvi okkara.

Leivur Hansen, valevni á Lista E

 

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X