Lýsing

Skattalætti lump og bluff

Meðan aðrar kommunur royna at avgreiða fíggjarætlanina fyri næsta ár fyri kommunuvalið, hevur Tórshavnar kommuna valt at útseta viðgerðina av síni fíggjarætlan til eftir valið.

1.viðgerð stóð annars á dagsskránni fyri býráðsfundin í gjárkvøldið, men varð tikin av skrá.
Ístaðin skal fíggjarætlanin nú skrumblast ígjøgnum í síðstu løtu.

Sum skilst er rumbul í samgonguni um fíggjarætlanina orsøkin til, at undirtøka ikki var fyri at viðgera hana nú so stutt upp undir valið.

Vargur í

Uppskotið til fíggjarætlan varð annars longu lagt fyri býráðið 12. september.

Tað var grundað á sama skattaprosent sum nú, 19,75%.

Men so kom vargur í, og samgonguflokkarnir fóru at yvirbjóða hvør annan við lyftum um skattalækkingar.

Onkur segði 0,5 prosent, onkur annar eitt sindur minni og onkur triði nakað væl meir.

Staðfestast kann, at lækkar skattaprosentið 0,5 prosent, fellur inntøkan hjá kommununi einar 17 mió. kr.

Lækkar skattaprosentið 1 prosent, fellur skattainntøkan um 35 mió. kr.

Lækkar tað 4 prosent, sum eisini er skotið upp, verða 140 mió. kr. minni hjá býráðnum at gera gott við næsta ár.

Fíggjarætlanaruppskotið

Sambært fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan verður við verandi skattaprosenti roknað við umleið 880 mió. kr. í inntøkum næsta ár. Rakstur og rentur verða umleið 710 mió. kr., afturgjald av skuld 18 mió. kr. og íløgur 112 mió. kr.

Sambært hesum verður eitt avlop upp á 40 mió. kr. til aðrar íløgur

Men skal skattaprosentið lækka 1 prosent, etur tað meginpartin av avlopinum upp.

Samstundis er komið undan kavi, at útreiðslurnar til eldraøkið næsta ár verða nógv hægri enn mett í fíggjarætlanaruppskotinum.

Sambært upplýsingum á veljarafundi í Tilhaldinum í gjár, verða útreiðslurnar á hesum øki 20 mió. kr. hægri enn í ár – og ikki 4 mió. kr., sum mett í uppskotinum.

Síðani uppskotið varð lagt fram, er eisini staðfest, at Skúlin á Fløtum verður 20 mió. kr. dýrari enn upprunaliga mett.

Fyrivarni er heldur ikki tikið fyri avtaluni millum kommununa og landið um at gera tunnil úr Villingardalsvegnum (Krákugjógv) vestur í Oyggjarvegin (omanfyri Hotel Føroyar) sum lið í nýggja innkoyringarvegnum til Havnina.

Henda verkætlan, ið skal vera liðug, tá koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin um trý ár, fer at kosta kommununi tíggjutals miljónir krónur næstu árini.

Men ikki ein króna er sett av til hetta í fíggjarætlanaruppskotinum fyri næsta ár.

Lump og bluff

Onki nýtt er heldur sett av til Musikkskúlan, sum nú loksins er boðin út.

Heldur onki sæst til vallyftini um 50 metra langhyl og golfvøll, tíansheldur um, at kommunan ætlar at taka annað skinn um bak til tess at skunda undir at fáa spillivatnsviðurskiftini í kommununi í rættlag.

Ei undur í, at samgongan ikki tordi at viðgera fíggjarætlanina á býráðsfundinum í gjárkvøldið. Tað hevði so dyggiliga avdúkað, hvussu tunnum grundarlagi lyftini um skattalætta í roynd og veru eru bygd á.

Kann við mínum besta vilja ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at talan er um lump og bluff – eina tátu og roynd at blása torvmold í eyguni á veljarunum.

Umráðandi er at hava hetta í huga, tá krossurin verður settur 8. november.

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad