Lýsing

Um skattaprosent, kommunala uppsparing og borgarstjórasessin

Umframt eina skattalækking upp á millum 2 og 4 prosent, mælir Bogi Andreasen í grein í dag til, at Tórshavnar kommuna “í størri mun” leggur pengar til viks til verri tíðir.

Í báðum førum skurrar hetta ikki sørt í mínum oyrum.

Árvakni borgarin mann neyvan heldur hava ilt við at ímynda sær, hvat ein inntøkulækking upp á 140 mió. kr. hevði havt við sær fyri tænastuveitingarnar og virksemið sum heild hjá kommununi.

Og at tosa um uppsparing, er somuleiðis at kasta torvmold í eyguni á borgarunum, tí tað hava kommunur rætt og slætt ikki loyvi til!

Tvørturímóti skulu tær ikki taka meiri pengar inn frá skattaborgarunum enn, hvat tað kostar at reka kommununa.

Synd er tó at siga, at hetta hevur ligið serliga frammarlaga í huganum hjá núverandi sosialistisku/borgarligu samgonguni á Vaglinum, tá hugsað verður um stóru meirinntøkurnar og avlopini hjá kommununi seinastu árini.

Ístaðin hava vit sæð ein markleysan dans um gullkálvin og eitt oyðslusemi sum ongantíð fyrr á okkara breiddarstigum!

Borgarstjórasessurin
Bogi Andreasen nýtir eisini høvi til at gera vart við – nú Kaj Leo Holm Johannesen sum nýklakt sambandsvalevni hevur kunngjørt, at hann ætlar sær eftir borgarstjórasessinum í høvuðsstaðnum – at fólkaflokkurin eisini fegin vil hava ein av sínum í henda sessin, samstundis sum samgongufelagin Heðin Mortensen ikki ætlar sær úr sessinum uttan svørðslag!

Fari í hesum sambandi at mæla monnum og kvinnum og flokkum til at sissa seg og heldur bíða við at kanna sær hendan “bitan” til eftir valið.

Tað er nevniliga ikki fyrrenn tá, at telvingin um, hvør ið skal mynda hetta embætið, byrjar. Og tá er talvan rein.
Tá kann meira enn so henda, at sjálvtilnevndir “borgarstjórar” verða ov stuttir og detta niðurímillum – vera við sviðusoð.

Ein fyrrverandi løgmaður plagdi at taka soleiðis til:

Onki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt!

Vísdómsorð
Hesi vísdómsorð áttu Bogi Andreasen og Kaj Leo Holm Johannesen saman við Heðini Mortensen at lagt sær í geyma.

Samstundis sum teir notera sær, at á Lista E eru sanniliga eisini mong skikkað evni, ið við eymýkd eru til reiðar at átaka sær hesa uppgávu, skuldu boð verið eftir onkrum teirra undir samgongusamráðingunum valnáttina ella í døgunum aftaná.

Veljið ein sterkan Lista E!

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X