Lýsing

Kommunurnar skulu skapa karmarnar

Kommunur kunnu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis verða partur av vinnulívinum.

Hetta merkir, at kommunurnar hvørki kunnu eiga ella reka vinnuligt virki.

Tær kunnu heldur ikki seta partapening í, veita lán ella veðhald til vinnulig virki.

Kommunur kunnu tó reka tey virki, tær vanliga reka, sum t.d. busskoyringina.

Uppgávan hjá kommununi er at seta karmarnar.

Hon eigur td. at ávísa vinnuøkir, at gera og halda vegir o.a., so at hon á tann hátt kann draga vinnulívið at sær.

Tó er eitt undantak frá hesum meginreglum. Tað snýr seg um bygningar á havnarøkinum.

Íløgur í havnarøkið eru sera kostnaðarmiklar, og tí ber til hjá kommunum at eiga bygningar á havnarøkinum at leiga út.

Á henda hátt verður forðað fyri, at bygningar standa tómir við ongum virksemi, um td. eitt virki fer á húsagang.

Leigan fyri bygningarnar skal tó vera til marknaðarprís, so tað ikki skal bera til hjá kommununi at veita ein fjaldan stuðul við at leiga bygningar út bíliga.

Fjølbroytt vinnulív er fortreyt fyri framburði.

Fortreytin fyri fjølbroyttum vinnulívi eru góðir karmar at virka undir – og at vinnurekandi kunnu menna og vaksa um sítt virksemi.

Tjóðveldi vil tryggja hesar karmar við at veita góðar atkomumøguleikar, parkeringspláss, skjótari viðgerð av loyvum og at stuðla undir íverksetan og nýggjar vinnuvegir.

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad