Lýsing

20 mió. kr. til dagstovna- og eldraøkið

Tjóðveldi vil seta 10 mió. kr. eyka av á fíggjarætlanini fyri næsta ár til at lyfta dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu.

Tjóðveldi vil somuleiðis seta 10 mió. kr. eyka av til at styrkja heimatænastuna og økja normeringina á ellis- og røktarheimum.

Peningur er tøkur til hetta í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2017.

Tjóðveldi raðfestir hesi bæði økini høgt í valskrá síni til kommunuvalið.

Hetta gera vit ásannandi, at øll børn hava rætt til tryggan og mennandi gerandisdag, og at fleiri tiltøk skulu tryggja ein góðan aldurdóm við betri loysnum.

Vit vilja gera íløgur í børnini og geva dagstovnunum betri rúm til námsfrøðiligt innihald og menning. Vit seta í verk námsfrøðiligu stevnumiðini fyri allar dagstovnar og hækka normeringina.

Vit vilja seta fleiri flógvar hendur á ellis- og røktarheimini, og vit vilja útvega teimum, ið eru rakt av demens ella aðrari sjúku og vorðin óhjálpin, heim og tilboð.

Tjóðveldi vil tryggja, at børn við serligum avbjóðingum hava somu sømdir og sama rætt sum øll onnur børn í øllum viðurskiftum.

Vit vilja tryggja, at eitt starvsfólk verður fyri hvørjar tríggjar brúkarar bæði á røktarheimum og í heimatænastuni. Í dag eru í miðal fýra brúkarar á eldraøkinum.

Tekur tú undir við hesum, setir tú X við Lista E 8. november.

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X