Lýsing

Innkomuvegur uttan kostnaðarmeting

Landsstýrið og Tórshavnar kommuna kunngjørdu um dagarnar tey gleðitíðindi, at partarnir umsíðir hava funnið eina loysn á drúgva trætumálinum um nýggja innkoyringarvegin, ið skal gerast til Havnar í sambandi við Eysturoyartunnilin.

Partarnir hava avtalað, hvørji vegastrekki, íbindingar og flættingar, ið ávikavist landið og kommunan skulu gera, og grót frá undirsjóvartunlinum skal í størst møguligan mun nýtast til vegagerðirnar.

Sambært avtaluni fer innkomuvegurin ikki – sum ætlanin var av fyrstan tíð – at liggja kloss upp at býlinginum Inni á Gøtu, men verður leiddur norðurum Havnina og vestur til Villingardalsvegin.

Seinni er so ætlanin – tá ferðslutrýstið ger tað neyðugt – at gera ein tunnil haðani vestur í Oyggjarvegin, omanfyri Hotel Føroyar.

 

Ongin kostnaðarmeting

Hetta er alt at fegnast um.

Tó undrar tað ivaleyst fleiri enn meg, at ongin kostnaðarmeting fylgdi við.

Hóast kommunan longu hevur gjørt ein part av vegastrekkjunum, sum avtalan fevnir um, eru framvegis stórarbeiði eftir at fremja.

So vítt eg havi skilt, er ikki eitt oyra sett av til hetta á fíggjarætlanini hjá kommununi næsta ár, tíansheldur fyri árini 2018-2020.

Mann orsøkin vera, at avtalan kom óvart á báðar partar? Hvussu er og ikki, so er tað í tøkum tíma, at hon er fingin í lag.

Gongst um ætlað, verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin í 2020, og tá skal ikki bert innkoyringarvegurin, men eisini vegirnir, ið skulu bindast í hann, og sum kommunan varðar av, vera lidnir.

Hesar vegagerðir umfata m.a. Sundsvegin og Flatarvegin, sum skulu leggjast undir landsvegin og bindast í ein nýggjan kommunalan veg norðanfyri, ið skal knýtast í landsvegin.

 

Flatarvegur og fløskuhálsar

Flatarvegurin tolir neyvan størri ferðslutrýst enn nú, og tískil mugu ábøtur gerast har sum skjótast.

Sambært korti, ið varð almannakunngjørt saman við avtaluni millum landið og kommununa, bendir tó onki á, at ætlanir yvirhøvur eru um at bøta um ferðsluviðurskiftini har.

Hetta harmar bæði meg og onnur, ið búgva har á leið.

Onki verður heldur nevnt um rundkoyring á vegamótinum Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur, hóast forsagnir vísa, at roknast kann við einum upp aftur størri fløskuhálsi har enn nú, tá Eysturoyartunnilin letur upp.

Sostatt hevur Tórshavnar kommuna hópin at síggja til, hvat ferðslutrygd og ferðsluviðurskiftum sum heild viðvíkur, í sambandi við hesa nýggju undirsjóvarfarleið.

Nú avtalan um innkomuvegin loksins er undirskrivað, eigur núsitandi býráð sjálvandi at hava hana í huga í viðgerð síni av fíggjarætlanini fyri 2017, so næsta býráð kann fara undir at fyrireika høvuðsstaðin so væl sum gjørligt til at taka ímóti øktu ferðsluni um trý-fýra ár.

 

Leivur Hansen, valevni á Lista E 

 

 

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad