Lýsing

Taka væl ímóti útlendingum

Tórshavnar kommuna eigur at fevna um allar borgarar og hjúkla um teir.

Tað er ein av mongu boðskapum Tjóðveldis til býráðsvalið.

Hetta merkir eisini at taka væl ímóti útlendingum, sum velja kommununa sum teirra tilverustað.

Fólk úr ikki færri enn 100 londum búgva longu sum er í kommununi.

Tjóðveldi arbeiðir fyri, at tilmælini fyri integratiónspolitikk fyri Tórshavnar kommunu verða fylgd, og at tilboð fyri tilflytarar í kommununi verða raðfest og løgd í fasta legu.

Kvøldskúlin skal styrkjast, so hann kann bjóða fleiri skeið á ymsum stigum til tilflytarar.

Kommunan skal ganga á odda við at bjóða starvsvenjing á kommunalum arbeiðsplássum sum lopfjøl til, at tey kunnu nýta sínar egnu førleikar.

Tjóðveldispolitikkur er at tryggja verandi og komandi borgarum í kommununi møguleika at seta føtur undir egið borð. Tað merkir fleiri og bíligari grundstykki, og at skundað verður undir fjøltáttaða íbúðabygging.

Mestsum øllum samfelagsbólkum vantar góðar, ódýrar bústaðir, bæði til leigu og til keyps.

Tjóðveldi vil leggja doyin á at fáa loyst hesi viðurskifti.

Fólkið er grundarlagið í kommununi, og tí seta vit fólkið fyrst og fremst!

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X