Lýsing

Grøn orka er vegurin fram

Landsstýrið hevur nú boðað umheiminum frá, at Føroyar taka undir við veðurlagssáttmálanum, ið gjørdur varð í París í fjør.

Endamálið við sáttmálanum er at tálma vøksturin í útláti av vakstrarhúsgassi.

Samgongan hevur eisini sett sær fyri, at helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku innan 10 ár, og at í 2030 skal øll elorka á landi stava frá varandi orkukeldum.

Stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at eggja til grøna orkunýtslu hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnu.

Eisini grøn í kommunuhøpi

At stimbra grønar orkuloysnir og verja náttúruna ímóti dálking og ovurnýtslu er sjálvandi eisini tjóðveldispolitikkur í kommunalum høpi, ja, vit síggja tað snøgt sagt sum eina fortreyt fyri øllum virksemi.

Tjóðveldi krevur, at allir nýbygningar og allar umvælingar av almennum bygningum í kommununi byggja á grønu hugsjónina um varandi orkukeldur.

Nýbygningar skulu somuleiðis vera orkusparandi og hitast við grønari orku.

Tjóðveldi vil eisini økja gagnnýtsluna av spillorkuni frá brennistøðini á Hjalla við at útbyggja fjarhitaskipanina, so upp aftur fleiri húsarhald og stovnar fáa ágóðan.

Sum er verða einans 60 prosent av spillorkuni gagnnýtt.

Fjarhitaskipanin skal somuleiðis knýtast upp í skipanirnar við varandi orkukeldum sum jarðhita og sjóvarhita – og á tann hátt gerast grønari.

Reint umhvørvi

Tjóðveldi leggur somuleiðis dent á, at ansast skal eftir, hvat ið verður latið út í havið.

Í hesum sambandi skal spillivatnsætlanin fyri Tórshavnar kommunu, ið hevur til endamáls at veita burtur kloakkir og reinsa áir og vágir, nú fremjast til fulnar.

Fólkavøkstur og framburður gera, at ætlanin er vorðin upp aftur meiri átrokandi.

 

Vel Tjóðveldi. Set X við E!

Leivur Hansen, valevni á Lista E

 

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad