Lýsing

Fólkaflokkurin og jólamenninir á Vaglinum

Líkt er til, at fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð er vaknaður við kaldan dreym.

Tá flokkurin á fundi í gjár legði valskrá sína til býráðsvalið fram, boðaði hann frá, at “nú skal skil koma á fíggjarpolitikkin í býráðnum!”

Sambært flokkinum hevur “verandi býráð spælt jólamaður í ríkiligt mát”.

Men nú skal fíggjarpolitikkurin altso ”strammast”, er boðskapurin frá fólkaflokkinum.

Onkur kundi kanska fingið tað burturúr hesum orðabraski, at fólkaflokkurin hevur sitið í andstøðu seinastu fýra árini.

So er kortini ikki.

Tvørturímóti hevur hann hingið í skjúrtuvelinum á Jólamanninum á Vaglinum og treytarleyst tikið undir við markleysa gávuhýri hansara øll hesi seinastu fýra árini.

Flokkurin hevur verið við til at gjørt ovurstórar íløgur í tómar bygningar og turt betong í dýrastu tíð – og harvið gjørt óneyðuga stór inntriv í kommunukassan.

Ei undur í, um onkur kanska hevur ilt við at taka slíkan flokk fyri fult.

Tjóveldi vil – sum tann ábyrgdarflokkur, hann er – nýta skattapengarnar við skili og ikki oyðsla.

At nýta skattapengarnar við skili merkir betri planlegging av íløgum og langtíðarætlanum, betri eftirlit við kommunalum verkætlanum og fleiri íløgur, tá stígur kemur í búskapin.

Á henda hátt tryggja vit, at vit bæði hava ráð til at seta fólkið fremst og samstundis gera neyðugar íløgur.

 

X við Lista E!
Leivur Hansen, valevni á Lista E

 

 

 

 

 

.

 

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X