Lýsing

Korta nei til nýggjan veg oman í Havnardal !

Nú ljóðar aftur at summir verandi býráðslimir og summi ið hava ein býráðslim í búkinum, arbeiða fyri at leggja ein nýggjan veg frá oyggjarvegnum og oman í Havnardal. Nýggj brúgv skal so gerast nakað omanfyri annars nýbygdu brúnna um Sandá, síðani skal ferðslan leiðast innaftur á landsvegin omanfyri stóra neytafjósið við Velbastaðháls.

Hetta er ein gomul ætlan sum av og á spøkir, tað er longu langtsíðani at eg fyrstu ferð sá tekningar av hesum. Papír er takksamt, men eg væntaði heilt erligt ikki at nakar politikkari, sum er bara eitt sindur góður við Havnina og Havnardal fór at taka hetta í álvara !

– Hugsanin er helst at hetta skal lætta komandi ferðslutrýstið av sandoynni, tá tunnilin kemur. Men her er onkur sum heilt hevur miskilt nyttuna av einum tunli. Tunnilin breiður ferðslutrýstið. Ja, kanska koma nakrir bilar samlaðir um morgunin tá fólk skula til arbeiðis, men at brúka nógvar milliónir, ja helst nærri 100 milliónir krónir, tá brúgv er íroknað, uppá hetta – Enntá áðrenn man veit um tað er ein trupulleiki, tað er also ørvitistos

Havnardalur frá landsvegnum og niðan á demningin er dags dato ein sólskinssøga. Náttúran er nærum óspilt og har húsast traðarfólk, hundafólk, reiðfólk, skótar, sílafiskarir og frítíðarskúlin Spírin – Og Ikki at gloyma viðarlundina sum nú veruliga er við at koma fyri seg. Eisini er alt økið samanbundið við frálíkum lendisgøtum har fólk ferðast mestsum allan sólarringin.

Um Kommunan loyvir einari vegaføring oman við Tvørá sum tað liggur í kortinum, tá noyðast teir at taka fleiri traðir, sperra reiðfólk og skótar inni og forða samstundis allari framtíðar menning hjá hesum feløgum. Sjálvsagt vil tað eisini vera sera avmarkandi fyri núverandi virksemi á økinum.

Nógv er broytt í Havnardali bara hesa øldina, frá at vera skrellipláss er tað nú ein frístaður hjá heilt nógvum havnarfólkum – Ti skal komandi býráð siga eitt stutt og greitt kortanei, til nýggan veg gjøggnum Havnardal.

Tað hevði sømt seg fyri eitt býráð, ið vil sínum borgarum væl !

 

Brandur í Dali – Tjóðveldi

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad