Lýsing

Viðlíkahald fyrst, tað er vanligt vit og skil

Nú býráðsval er fyri stavn, eru nógv boð um hvat skattakrónurnar skula brúkast til komandi valskeið. Fleiri valevnir eru longu farin at lova til vinstru og høgru. Ein skúla her, parkeringstunnil har og so eina marghøll onkra heilt aðrastaðnis

Alt helst skilagott og heilt vist at sumt av tí er neyðugt og skal raðfestast komandi setu.

Men eg havi ikki hoyrt nakað valevnið nevnt at verandi ognir hjá kommununum skula viðlíkahaldast ? Tað er annars skjótt at gera ein langan lista yvir ognir hjá Tórshavnar Kommunu, ið harðliga tørva ábøtir. Í summum førum ábøtur ið hava ligið alt óv leingi á láni. Eg kann úr rúgvini nevna ellisheim, barnagarðar, skúlar og spælipláss.

Eitt vanligt skilagott húsarhald fer ikki at byggja bilhús, um tey ikki orka at viðlíkahalda húsini. Hesum kundi kommunan lært av – Men tað gevur sjálvandi ikki somu umtalu at játta pengar til viðlíkahald, sum at byggja nýtt – Hetta hóast tey flestu vita, at um man ikki viðlíkaheldur ognir so hvørt, so gerst rokningin munandi størri tá man einaferð kemur til tað.

Flestu politikarir vilja byggja sín egna minnisvarða !

Mín meining eri at vit skula raðfesta viðlíkahald fyrst, tað er vanligt vit og skil !

Brandur í Dali – Tjóðveldi

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad