Lýsing

Valstríð fyri skattapengar ?

Eitt skula tey eiga, hesi okkara kosnu fólk á Vaglinum, tey duga at føra valstríð. Tað hevði tó verið dámligari, um tað varð gjørt fyri egna rokning, ikki skattgjaldarans.

Herfyri komu samgongulimir kropp av kroppi, við hvør sínum tíðindaskrivi til miðlarnar og kunngjørdu, at nú nakrar fáar vikur undan kommunavalinum, hava tey avgjørt á býráðsfundi, at havnaborgarar skula fáa bæði skattlætta og so ein rutsjubana til svimjihylin.

Tað kann tó undra, at tað skuldi taka 3 ár og 9 mánaðir av valskeiðinum, áðrenn hesi annars góðu átøk vórðu samtykt. Spurningur kann setast við um tey við hesum føra valstríð fyri skattapengar?

Eg vænti, at tað eru fá í kommununi, ið eru ímóti skattalætta og rusjubana, men at samtykkja tílíkt beint uppundir val er ikki rætt, hetta er eftir mínum tykki at føra valstríð fyri skattapengar!

 

Skattainntøkan tvífalda

Um vit taka skattin fyrst, so hevur verandi samgonga oyðsla við skattapengum á ein hátt, ið ongantíð hevur verið sæð fyrr í høvuðsstaðnum – Hóast skattainntøkan nærum er tvífalda seinastu árini, so hevur kommunan verið noydd at taka lán fyri at kunna svara hvørjum sítt. Eykaskatturin, ið varð lagdur á í sambandi við byggingina av Boðanesheiminum, er ongantíð tikin av aftur.

Nú velur samgongan so fáar vikur fyri býraðsvalið at egna við einum skattalætta. Eingin torir at mótmæla, tí valevni sum er ímóti skattalætta fáa helst minni undirtøku. Men hví skuldi hetta taka so nógv ár?

At lækka skattin beint undan kommunuvalinum, er eftir mínum tykki at føra valstríð fyri skattapengar.

 

Rutjsubana til veljaran

Ein rutsjubani í svimjihøllini í Gundadali er sjálvandi gleðiligt. Men tá fimm ella seks býráðslimir senda tíðindaskriv og taka heiðurin fyir rutsjubanan, so líkist hetta valstríðið fyri skattapengar. Hesi tíðindaskriv koma frá júst somu býráðslimum sum í eitt heilt valskeið ikki hava unt svimjihylinum pengar til veruligar ábøtur.

Eitt er hvat valevni lovað uppundir val, tað verður sjáldan tikið fyri fult. Tí ikki øll vallyftir eru realistisk. Sjálvsagt ber tað ikki til at fremja alt tað fólk lova, Men her er talan um valdar býráðslimir sum beint uppundir býráðsval, fremja populistisk tiltøk tey ikki høvdu funnið uppá at gjørt fyrr í valskeiðinum. Føra hesir býráðslimira valstríð fyri skattapengar ?

 

Brandur í Dali, býráðsvalevni fyri Tjóðveldi

 

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad